
Gjaldskort
Tað er týdningarmikið, at tú hevur tey gjaldskort, ið hóska til tín. Í Betri Banka bjóða vit fleiri ymisk kort - alt eftir tørvi.
Mótmæli av keypi, sum er gjørt við gjaldskorti
Sum korthavari hevur tú í summum førum møguleika at fáa afturflut eina upphædd, ið er gjørd við tínum gjaldskorti á netinum, í eini app ella við bræv- ella telefonboðum.
Leggur tú merki til, at ein upphædd er trekt, uttan at tú kennist við tað, sperra so kortið sum skjótast og set teg í samband við kundatænastuna.
Er talan um eitt keyp, tú sjálv/ur hevur gjørt á netinum, mást tú altíð fyrst royna at loysa trupulleikan saman við handlinum. Fært tú ikki hjálp frá handlinum innan stutta tíð, mást tú seta teg í samband við okkum skjótast gjørligt.
Spurningar í samband við mótmæli kunnu sendast til kort@betri.fo. Spurningar kunnu eisini senda umvegis boð á netbankanum ella við at ringja til 348000.
Legg til merkis:
- Mótmæli skal gerast skjótast gjørligt, eftir at tú varnast trupulleikan, so freistin fyri at gera mótmæli ikki gongur út.
- Kontonummar og aðrir privatar upplýsingar mugu ikki sendast umvegis teldupost.
- Um mótmæli er gjørt av órøttum, verður kostnaður tikin sambært kostnaðaryvirlitinum, sum kann lesast her.
Latið okkum hoyrast
Okkara endamál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.
