Stuðul frá Betri

Sambært virkisvirðunum hjá Betri ynskir fyritøkan at virka samfelagnum at gagni. Hetta kemur til sjóndar millum annað í teimum stuðulsavtalunum, sum vit hava innan ítrótt, mentan, og fyribyrging. Eisini royna vit at stuðla breitt kring allar Føroyar.

Í høvðusheitum eru tríggir hættir at søkja um stuðul frá Betri.

  • Stuðul úr Betri Stuðulsgrunninum. Tá eru krøvini at stuðulin fer til virksemi har endamálið er sjúkufyribyrgjandi, skaðafyribyrgjandi og tryggleikaskapandi.
  • Stuðul- og sponsoravtalur til annað virksemi, so sum ítrott, mentan og annað verður søkt her á síðuni við leinkjuni niðanfyri.
  • Betri Legat verður handað lesandi tvær ferðir um árið, í desember og í juni. Lesandi kunnu søkja um Betri Legat á leinkjuni niðanfyri.

 

Sí eisini