Negativ renta

Ivast tú í, um tú skalt rinda negativa rentu, mæla vit tær til at kunna teg um tað, ið stendur her á síðuni. Ert tú framvegis í iva, hjálpa vit tær fegin við tínum spurningum.

Negativ renta

Kunning um negativa innlánsrentu

92 prosent av okkara privat kundum verða ikki raktir av negativum rentum. Tú kanst spara 400.000 krónur upp uttan at gjalda negativa rentu. Harumframt eru hesar kontur undantiknar negativari rentu í Betri Banka:

  • Pensjónskontur
  • Ungdómskontur
  • Barnauppsparingar
  • Bústaðarkonta - á hesi kontu kanst tú í mesta lagi spara upp 500.000 krónur.
Markets

Umhugsar tú at gera íløgur?

Tá tú gert íløgur við innistandandi pengum, kanst tú fáa størri avkast, enn tá tín uppsparing bara stendur á vanligari kontu.

Hug til eitt íløguprát?

Fá meira at vita um íløgur frá okkara ráðgevum í Markets.