Pengapoddurin

Til tín, sum vil duga betur at brúka og spara pengar.

Pengapoddur

"Mann tosar ikki um pengar."

Tað hava tey flestu av okkum nokk hoyrt. Í hesum poddinum gera vit tað allíkavæl. Pengapoddurin snýr seg um nýtslu, uppsparingar, íløgur, pensjón og alt tað, sum hevur við pengar at gera. 

Í poddinum fer verturin, Birgith Lassen, á eina ferð ígjøgnum pengaheimin. Ber tað til at broyta atferð, tá tað kemur til pengar? Kann mann fáa skil fyri íløgum? Hvussu læra vit okkara børn um pengar? 

Birgith Lassen hevur framleitt poddin í samstarvi við Betri Banka. 

Tú kanst eisini lurta á appum so sum Spotify og Apple Podcasts. Leita eftir "Pengapoddurin", so finnur tú okkum. 

Ivast tú?

Set teg í samband við okkum og finn út av, hvat letur seg gera hjá tær fíggjarliga og kom eitt fet nærri tínum dreymum. Vit hava drúgvar royndir við at hjálpa øðrum í somu støðu.