5. element

Ludomani

Her finnur tú góð ráð, sum kunnu hjálpa tær at taka fyrstu fetini til eitt lív uttan trupulleikar við spæli.

Ókeypis hjálp

Vit hava gjørt eina samstarvsavtalu við Center for Ludomani, sum inniber, at allir føroyingar kunnu fáa ókeypis hjálp frá teirra serfrøðingum.

Um tú hevur trupulleikar við spæli, ella ert avvarðandi, ber til at seta seg í samband við Center for Ludomani ókeypis við at ringja á telefon +45 70 11 18 10. Tey hava tagnarskyldu, og tað krevur onga ávísing.

Eisini ber til at fylla út frymilin niðast á síðuni. Tá seta serfrøðingar seg í samband við teg.


Góð ráð til avvarðandi

Møguliga ert tú stúrin um, at ein av tínum nærmastu stríðist við spælitrupulleikum og ludomani. Tað kann vera maki tín, barn títt, vinur tín ella onkur annar, sum tú ert stúrin um. Tað kann vera torført at varnast, um ein persónur er ludoman, tí fólk bera seg ógvuliga ymiskt at, tá tey stríðast við ludomani – summi gerast troytt og mótleys, meðan onnur gerast viðkvom og ilsklig. Tí er eingin svarlisti, men nøkur eyðkenni eru, sum vit vóna kunnu hjálpa tær at fáa greiðu á stúranini.

Eyðkenni fyri ludomani

  • Brýtur avtalur og hvørvur.
  • Steðgar við frítíðarvirksemi v.m.
  • Kemur við umberingum og merkisverdum frágreiðingum.
  • Er sera upptikin av spæli og úrslitum.
  • Fortelur um vinning, ikki tap.
  • Virkar stressað/ur og friðleys/ur.
  • Er erkvisin og hevur stutt fjús.
  • Hevur svingandi sinnalag.
  • Avbyrgir seg og tykist í ringum lag.
  • Broytir sovimynstur ella liggur í andvekri.

Ludomani kann eisini hava fíggarligar avleiðingar. Tann spælbundni hevur møguliga eina óstøðuga fíggjarstøðu og eitt sera høgt forbrúk. Viðkomandi er duldarfullur og fjalir kontuavrit. Persónurin lænir pening og fær ikki goldið skuldina aftur ella tekur reiðan pening út frá einari felagskontu. Tað kann eisini vera, at viðkomandi javnt og samt tekur eykaarbeiði á seg.

Hvussu eigur tú at bera teg at?

  • Ansa eftir tær sjálvum og styðja teg við onnur. Mong ganga einsamøll við sínum stúranum – tað er ikki haldgott í longdini.
  • Fregnast um trupulleikarnar hjá viðkomandi, ið tú ert stúrin um. Ver tolin og skiljandi. Greið frá, hvussu teirra atferð ávirkar teg.
  • Set orð á um at biðja um hjálp. Øll sum eru spælbundin kunnu søkja sær hjálp frá Center for Ludomani við at ringja á +45 70 11 18 10. Vit hava gjørt eina samstarvsavtalu við tey, sum ger, at hjálpin er ókeypis, dulnevnd og ikki krevur nakra ávísing frá tí almenna.
  • Hav greitt og týðiligt samskifti og ver reglubundin yvirfyri viðkomandi, sum spælir. Tú skalt ikki góðtaka fleiri lygnir, umberingar og fíggjarligar trupulleikar.

Test: Kennir tú ein ludoman?

 

Hevur vinur tín, starsfelagi ella familjulimur tørv á hjálp fyri sín spælitrupulleika? Byrjar pengaspæl at fylla ov nógv? Á heimasíðuni hjá Center for Ludomani ber til at taka eina roynd, sum kann geva tær eina ábending um, tað er orsøk til stúran. Royndin tekur áleið 5 minuttir og inniheldur 10 spurningar.

 

Tak royndina her

Center for Ludomani til reiðar at hjálpa

Fyll frymilin út, so seta serfrøðingar seg í samband við teg innan 24 tímar. Tú ert eisini altíð vælkomin at ringja á tlf. +45 70 11 18 10

Latið okkum hoyrast

Okkara endmál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.