Uppgávan hjá Umboðsráðnum

Formligi leikluturin hjá Umboðsráðnum er:

  • at skipa aðalfundir felagsins
  • at velja nevnd (Ognarfelag Tryggingartakaranna)
  • at góðkenna ársroknskapin
  • at gera møguligar viðtøkubroytingar

Harumframt kann Umboðsráðið gera av, at tað á hvørjum ári eisini verða hildnir aðrir regluligir umboðsráðsfundir.


Hesi mál verða viðgjørd

  • at umrøða yvirskipað strategisk átøk
  • at eftirmeta virksemi
  • at viðgera samfelagsábyrgdina (CSR-politikkin) hjá samtakinum


Heimild og ábyrgd

  • at góðkenna grannskoðaðan ársroknskap
  • taka avgerð um, hvussu avlop smb. roknskapinum, verður nýtt
  • at gera av, um vinningsbýti verður útgoldið limunum
  • at velja formann og næstformann í Umboðsráðnum
  • at velja grannskoðara
  • at velja nevndina eftir innstilling frá tilráðingarbólkinum
  • at kalla til eykaaðalfundar – um minst trý fólk frá umboðsráðnum ynskja tað

Limir í felagnum ábyrgdast ikki hvørki innanfelags ella uttanfelags fyri skyldum felagsins.


Fundir

Sum útgangsstøði eru seks fundir um árið:

  • ársaðalfundur er áðrenn mai
  • september/oktober kunnar nevndin um hálvársroknskapin

Harumframt minst fýr Harumframt minst fýra fundir, sum eru um strategisk mál, bygnað og virksemi og um samfelagsábyrgd felagsins.