Betri legat

Betri legatið er okkara stuðul til tín, sum ert undir hægri lesnaði ella í læru.

Flutning

Betri legatið er okkara stuðul til tín, sum ert undir hægri lesnaði ella í læru

Tú kanst antin skriva eina uppgávu ella taka upp videobrot av tær, har tú greiðir frá einum samfelagsviðkomandi evni innan fígging, trygging, pensjón ella ognarmekling. Tú kanst eisini velja eitt evni, sum bæði nemur við eitt nú fígging og ognarmekling.

Tú skalt lýsa ein trupulleika við evninum og koma við uppskoti til, hvussu trupulleikin kann loysast.

Skrivar tú eina uppgávu, skal hon vera 5-8 síður til longdar. Gert tú eitt videobrot, skal tað vera 3-5 minuttir.

Sig okkum eisini, hví tú kundi hugsað tær at fingið legatið, og á hvønn hátt tað kann stuðla tær undir lesnaðinum ella í lærutíðini.

Tríggir finalistar verða funnir, og teir skulu leggja síni avrik fram á Jobmatch í Norðurlandahúsinum, 29. desember 2021. Vinnarin fær 20.000 krónur, og hinir báðir finalistarnir fáa 5.000 krónur í part.


Send uppgávu ella videobrot til Annu Eystberg Hofgaard, marknaðarleiðara í Betri Banka, á teldupost anho@betri.fo

Umsóknarfreistin er 3. desember 2021.