Fyribyrgja hvítvasking

5. element

Soleiðis fyribyrgja vit hvítvasking (AML)

Altjóða reglur móti hvítvasking og fígging av yvirgangsvirksemi eru eisini galdandi í Føroyum. Hetta merkir m.a., at Betri Banki hevur sett í verk ymsar mannagongdir, ið tryggja, at lóggávan verður hildin.

Tú undrast kanska á, hví vit spyrja um teg og tína nýtslu av okkara tænastum. Kanska serliga, um tú hevur verið kundi hjá okkum í nógv ár. Tað skilja vit væl.

Orsøkin er, at tað er neyðugt javnan at dagføra okkara upplýsingar um teg og allar okkara kundar. Hetta er til frama fyri trygdina hjá tær, men eisini hjá samfelagnum.

Á hendan hátt verja vit teg ímóti misnýtslu av tínum samleika og tínum kontum. Samstundis hjálpir tú okkum at byrgja fyri og berja niður fíggjarlig brotsverk í samfelagnum.

Nevnda lóggáva hevur m.a. sum endamál at tryggja, at Føroyar verða roknaðar sum eitt land, ið ger sítt til at fyribyrgja hvítvaski av peningi og fígging av yvirgangsvirksemi. Allir peningastovnar í landinum skulu fylgja hesum reglum.

Sí eisini fylgjandi faldarar frá Finansráðnum:

Er tað neyðugt, at eg svari spurningunum?

Ja, tað er neyðugt at dagføra okkara upplýsingar um teg fyri at kunna verja teg á bestan hátt. Haraftrat er hetta eitt lógarkrav.

Sum peningastovnur skulu vit skjalfesta, hvørjir okkara kundar eru og skilja, hvussu okkara kundar nýta okkara tænastur.

Eri eg undir illgruna fyri at hava framt brotsverk?

Nei, tað ert tú ikki. Vit biðja teg svara spurningunum, tí tað er neyðugt fyri at verja teg á bestan hátt og liva upp til ásettu lógarkrøvini. Ikki tí, at tú hevur gjørt nakað skeivt.

Skulu allir kundar svara spurningum?

Ja, vit skulu hava dagførdar upplýsingar um allar okkara kundar.

Hvat nýta tit míni svar til?

Vit nýta tíni svar til at tryggja okkum, at vit hava røttu upplýsingarnar um teg og tína nýtslu av tænastum hjá bankanum.

Tá vit vita eitt sindur um teg, hvør tú ert/ tín samleika, og hvussu tú væntar at nýta tænasturnar hjá bankanum, so er lættari hjá okkum at síggja, um okkurt er, sum tað ikki skal vera.

Eg havi svarað spurningunum eina ferð – hví skal eg svara umaftur?

Tú kanst verða biðin um at svara spurningunum umaftur, hóast tú fyrr hevur svarað teimum. Vit skulu javnan dagføra okkara upplýsingar um teg fyri at tryggja, at tær altíð eru rættar.

Eg havi mist brævið ella teldupostin burtur. Hvussu finni eg spurningarnar?

Spurnarblaðið finst eisini á heimasíðu okkara.

Ring til okkum

Skriva til okkum

Eg eri í iva um, hvussu eg svari. Hvat geri eg?

Tú ert vælkomin at ringja til okkara Kundatænastu á tel. 348000 ella skriva til banki@betri.fo, um tær tørvar hjálp.

Hvussu verði eg betur vard/ur, tá eg havi svarað spurningunum?

Tá vit vita eitt sindur um teg, hvør tú ert, tín samleika, og hvussu tú nýtur okkara tænastur, so er lættari hjá okkum at síggja, um okkurt er, sum tað ikki skal vera.

Á hendan hátt verja vit teg móti misnýtslu av tínum samleika og tínum kontum.

Eg eri ikki trygg/ur við at svara spurningunum. Eru tit vís í, at tit hava loyvi at biðja um tað?

Við at svara spurningunum hjálpir tú okkum at verja teg sum kunda, at byrgja fyri og at berja niður fíggjarlig brotsverk í samfelagnum umframt at halda lógir og reglur.

Eg havi ikki eina teldu – hvussu geri eg?

Hevur tú ikki teldu, ert tú vælkomin at ringja til okkum á tel. 348000. So finna vit eina loysn, sum hóskar til tín.

Hvat hendir, um eg ikki svari spurningunum?

Tað er týdningarmikið, at tú svarar spurningunum, tí teir eru neyðugir fyri at verja teg móti misnýtslu. Haraftrat er tað eitt lógarkrav, at spurningarnir verða svaraðir.

Um spurningarnir ikki verða svaraðir, kunnu vit vera noydd til at avmarka atgongdina til tínar kontur og at enda kann hetta fáa ávirkan á títt kundasamband við Betri Banka.

Tit hava avmarkað mína atgongd til kontur. Hvat geri eg við tað?

Tú kanst skjótt og lætt fáa atgongd til kontur aftur. Tú skalt bert svara spurningunum, sum vit hava sent tær.

Geva tit míni svar víðari til aðrar peningastovnar ella fyritøkur?

Nei, tínar upplýsingar verða ikki givnar víðari.

Ivast tú?

Set teg í samband við okkum og finn útav, hvat letur seg gera hjá tær fíggjarliga og kom eitt fet nærri tínum dreymum. Vit hava drúgvar royndir við at hjálpa øðrum í somu støðu.

348 000

Skriva til okkum