Tann sum hevur tryggingar hjá Betri Trygging, pensjón hjá Betri Pensjón og rindar í minsta lagi kr. 10.800 árliga eftir skatt (í miðal 900 kr. um mánaðin) inn til pensjón og lívstryggingar í tíðarskeiðinum 1. januar – 31. desember, kann fáa eitt ú-gjald.

Uppgjørt verður við árslok hvør uppfyllir treytirnar. Ú-gjaldið verður goldið út í januar á hvørjum ári.

 

Hvussu nógv fært tú á Ú-degnum?

Tú fært eina Ú-upphædd áljóðandi 20% av samlaða árliga tryggingargjaldinum fyri privatar skaðatryggingar

Dømi: 20% - hvat merkir tað?

    Upphædd
Sethús    4.416,00 kr. 
Innbúgv    1.826,00 kr 
Akfar    6.000,00 kr. 
Akfar ábyrgd   2.080,00 kr. 
Barnavanlukkutrygging    800,00 kr. 
Tilsamans    15.122,00 kr. 

20% afturgoldið av árliga tryggingargjaldinum til Betri Trygging 3.024,40 kr.

Treytir

Inngjaldið til pensjón og tryggingar hjá Betri Pensjón, skal svara til minst 10.800 krónur árliga eftir skatt. Harafturat skalt tú hava minst eina privata skaðatrygging hjá Betri Trygging. Jú fleiri skaðatryggingar tú hevur, jú størri verður Ú-gjaldið.

Tað er eisini neyðugt, at tú undirskrivar eina samtykkisváttan. Samtykkisváttanin gevur okkum rætt til at lata neyðugar upplýsingar um tíni tryggingarviðurskifti millum Betri Pensjón og Betri Trygging. Hetta fyri at fáa at vita, um tú hevur rætt til Ú-gjald.

 

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum

348 700

Send teldupost