
Vit betra um treytirnar á Visa/Dankortinum
Í dag er nýtsluhámarkið fyri Visa/Dankort 25.000 kr. fyri hvørjar 30 dagar. Frá 1. mai 2023 verður nýtsluhámarkið 25.000 kr. fyri hvørjar 14 dagar, og er hetta ein munandi betring í treytunum.
Broytingin merkir, at tú framyvir kanst brúka títt kort meira, áðrenn tú rakar nýtsluhámarkið. Hevur tú gjaldskortið á fartelefonini ella urinum, so telur hetta eisini við í nýtsluhámarkinum. Tí kanst tú eisini brúka Apple Pay og Google Pay í størri mun við hesum broytingunum. Broytta nýtsluhámarkið ger tað sostatt lættari fyri teg, bæði í Føroyum og uttanlands.
Hámarkið fyri, hvussu nógv tú kanst taka út í sjálvtøkunum er óbroytt. Tú kanst taka 5.000 krónur út um dagin í sjálvtøkunum hjá Betri Banka og 2.000 krónur um dagin í øðrum sjálvtøkum.
Aðrar treytir og kostnaðir eru óbroytt. Tá vit broyta korttreytir, hevur tú møguleika at uppsiga ávirkaðu avtalurnar, áðrenn broytingin kemur í gildi, uttan eyka kostnað. Gert tú ikki tað, halda kortavtalurnar sjálvvirkandi fram við nýggju treytinum.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.