Hundatrygging

Hundur

Tá tað kemur til at tryggja besta vinin, hava vit tvær ymiskar tryggingar. 

Ábyrgdartryggingin er lógarkravd. Tað vil siga, at um tú eigur ein hund, so skal hann sambært lóg verða ábyrgdartryggjaður. Tá veita vit endurgjald, um hann ger skaða á fólk ella á ognir hjá øðrum. 

Hartil er skilagott at tekna eina lívstrygging til hundin – serliga um hann hevur kostað nógv. Tá fært tú endurgjald, um hundurin brádliga og óvæntað doyr av óhappi ella sjúku – ella um djóralæknin sigur, at hann av heilsuávum má avlívast. Tá er Lívstryggingin til hundar eitt fíggjarligt plástur uppá sárið. 

Hundatryggingin er galdandi, inntil hundurin er 11 ára gamal. 

Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi. 

 

Tak niður

Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

348 600

Send teldupost