Greiningar
Vit gera javnan greiningar av bústaðarmarknaðinum og øðrum
samfelagsviðurskiftum. Vit luttaka fegin við vitan um fíggjarlig
viðurskifti í fjølmiðlum, tiltøkum og líknandi. Niðanfyri eru
greiningar, sum Betri Banki hevur framleitt.
358 milliónir í skaðaútgjøldum í fjør
Betri Trygging hevur gjørt 2023 upp, og bara einaferð áður hava verið fleiri skaðar enn í fjør. Serliga var tað ódnin í februar, sum elvdi til nógvar skaðar. Hóast kundarnir tilsamans fingu heili 358 milliónir í endurgjaldi, er úrslitið gott. Serliga íløgurnar góvu gott avkast
Samstarv millum Betri Trygging og Føroya Tele: Lættari fyri kundar, sum fáa skaða á telefonina
Betri Trygging hevur gjørt eina samstarvsavtalu við Føroya Tele, sum ger tað lættari fyri kundar, ið fáa skaða á telefonina. Nýggja samstarvið tryggjar, at kundarnir sleppa undan at renna ímillum feløgini við boðum og skjølum
Sólblómuráðgeving hjá Betri Trygging
Í dag letur serliga sólblómuráðgevingin hjá Betri Trygging upp. Hetta er ein tænasta fyri kundar okkara, ið hava ósjónlig brek – og sum tí hava tørv á at verða møtt á ein serligan hátt. Nýggja tænastan inniber eina sólblómulinju, ein sólblómuteldupost og møguleika at bíleggja sólblómufund