5. element

Kontur

Í Betri Banka hava vit ymiskar kontur at bjóða tær. Í okkara ráðgeving taka vit hædd fyri tínum viðurskiftum og ætlanum, og saman finna vit útav, hvørjar kontur rigga best til tín.

Hvat skalt tú brúka kontuna til?

Hjá teimum flestu gevur tað góða meining at hava eina kontu til dagligu peninganýtsluna saman við einari Heildarkontu til føstu útreiðslurnar. Harafturat er tað eisini eitt gott hugskot at hava eina ella tvær uppsparingarkontur.

5. element

Kontur til løn og nýtslu og til fastar útreiðslur

  • Nýtslukonta
  • Heildarkonta
Bússa

Kontur til uppsparing

  • Bassakonta
  • Bústaðarkonta
  • Uppsparingarkonta
  • Eftirlønarkonta

Nýtslukonta

Nýtslukontan er okkara mest vanliga konta til løn og gerandisliga peninganýtslu, so sum mat, klæðir og annað. Øll kunnu stovna sær eina Nýtslukontu. Gjaldskort kunnu knýtast at kontuni, og tú kanst umsita og kalla kontuna tað, tú vilt, í Netbankanum. 

Harafturat ber til at knýta ymsar sjálvtænastur at kontuni, sum geva tær lættari atgongd til eitt nú at:

  • gera flytingar
  • síggja saldu
  • síggja kontuavrit o.a.

Nýtslukontan hevur broytiliga rentu.

Halt skil á pengunum 

Hvat skal við í tína fíggjarætlan? Og hvørjar eru føstu útreiðslurnar? Ger tína egnu fíggjarætlan eftir okkara leisti, so hevur tú altíð yvirlit yvir samlaðu fíggjarstøðuna.

Ger eina fíggjarætlan

Fært tú mest møguligt burturúr?

Veist tú av, at rentan á okkara upppsaringarkontum er hækkað munandi seinasta árið?

Tú fært í dag nógv meira afturfyri at hava pengar standandi á uppsparingkontum hjá okkum.

Í Betri Banka hava vit fleiri góðar uppsparingsmøguleikar, alt eftir hvat tú ynskir at spara upp til og nær tú skalt brúka peningin. 

Heildarkonta

Um tú ynskir at fáa yvirlit yvir tína fíggarstøðu og halda betri skil á føstum útreiðslum, eigur tú at stovna tær eina Heildarkontu afturat Nýtslukontuni. 

Tá flytur tú eina fasta upphædd inn á Heildarkontuna hvønn mánað og rindar tínar føstu rokningar haðani. Hvussu stór fasta upphæddin er, verður roknað út frá, hvussu nógvan pening tú skalt gjalda um árið. Hóast útreiðslurnar kunnu vera ógvuliga ymiskar frá mánað til mánað, rindar tú eitt fast gjald hvønn mánað, soleiðis at útreiðslurnar verða javnaðar yvir alt árið.

Tú kanst velja, um tú umsitur kontuna, ella um vit skulu umsita hana fyri teg. Umsita vit hana, tryggja vit tær út frá heildarkontusáttmálanum, at kontan við fasta gjaldinum ikki er í troti við ársenda ella í endanum á tíðarskeiðnum.

Velur tú hinvegin einføldu Heildarkontuna, hevur tú ábyrgdina av at umsita kontuna og syrgja fyri, at nóg mikið altíð er á kontuni til at dekka tínar føstu útreiðslur. Kontan má ikki vera í troti, hevur broytiliga rentu og er ókeypis at stovna.

Bassakonta

Bassakontan er til børn í aldrinum 0 til og við 18 ár. Tá barnið fyllir 18 ár er heldur kontan fram sum ein Uppsparingarkonta við 3 mðr. uppsøgn.

Við Bassakontuni kunnu børnini, foreldur og familja spara upp til framtíðina hjá barninum. Tað er ongantíð ov seint at byrja. Bassakontan er ein uppsparingarkonta við góðari rentu í mun til aðrar kontur. Foreldur, ommur og abbar og familja annars kunnu spara upp til framtíðina hjá barninum við at rinda inn av og á, ella til dømis við at stovna fasta flyting inn á Bassakontuna.

Sí rentuna á Bassakontu her.

Tá Bassakontan verður stovnað

Minst til at hava við:

  • persónstalskortið
  • dóps- ella navnaseðil hjá barninum
  • samleikaprógv - pass ella koyrikort hjá foreldrunum/kontustovnaranum.

Bert foreldur ella verjar kunnu stovna barninum eina Bassakontu. Kontan er ókeypis at stovna.

Tú kanst í mesta lagi hava 500.000 krónur innistandandi á eini Bassakontu, og kontan er bundin, til barnið er fylt 18 ár.

Stovna Bassakontu

Børn

Sparibússu og 500 krónur frá Bassa

Tá tú stovnar eina Bassakontu, fær barnið eina fitta sparibússu og 500 krónur í gávu á kontuna.

Les meira um tænastur til børn
Lumma appin

Yvirlit við Lumma appini

Lummin er ein app til 10 ára gomul børn og eldri, sum gevur barninum greitt yvirlit yvir sína nýtslukontu.

Les meira um Lumman

Bústaðarkonta 

Bústaðarkontan er til tín, sum ynskir at spara upp til tín fyrsta bústað við hægri rentu.

Gáva á 1.000 kr.

Í Betri Banka ynskja vit at stuðla øllum, sum spara upp til fyrsta bústaðin. Tí fært tú 1.000 krónur í gávu á kontuna, tá tú stovnar eina Bústaðarkontu. 

Peningurin á Bústaðarkontuni kann brúkast til:

  • Eginpening í samband við bústaðarfígging
  • Keyp av íbúð, grundstykki ella sethúsum
  • Sethúsabygging

Um Bústaðarkontu

Kontan er ikki tíðarbundin, men tú kanst í mesta lagi seta 1.000.000 krónur inn á kontuna. 

Rentan á Bústaðarkontuni er broytilig og býtt upp í grundrentu og eykarentu. Peningurin kann gjaldast út av kontuni uttan kostnað, tá tú brúkar peningin til egnan bústað. Verður peningurin brúktur til annað endamál, falla eykarentan og peningagávan aftur til bankan.

Sí rentuna á Bústaðarkontu her

Stovna Bústaðarkontu

Uppsparingarkonta

Uppsparingarkontan er til tín, sum vilt hava hægri rentu á peningin, sum ikki skal brúkast her og nú, men sum tú tó ikki vilt binda í alt ov langa tíð.

Hevur tú havt eina Bassakontu frammanundan, heldur uppsparingin sjálvvirkandi fram á eini Uppsparingarkontu. Hetta er ein sera góður máti at halda fram við uppsparingini til eitt nú framtíðar útbúgving. Einki mark er fyri, hvussu nógv tú kanst seta inn á kontuna. 

Byrjar tú í góðari tíð at spara upp, hevur tú eisini pening tøkan at brúka til eitt nú feriu, hvítvørur, jólagávur o.a.

Sí rentuna fyri Uppsparingarkontu her.

Um Uppsparingarkontuna

Kontan hevur antin 3 ella 12 mánaðar uppsagnartíð, sum merkir, at tú skalt siga frá 3 ella 12 mánaðir áðrenn, tú ætlar at taka pening út. Jú longri uppsagnartíðin er, tess hægri er rentan. Tekur tú peningin út, áðrenn uppsagnarfreistin er farin, rindar tú dekort, sum verður ásett sum ein prosentpartur av upphæddini, sum tú tekur út. Dekort er kostnaðurin fyri útgjald av bundnari uppsparingskontu í úrtíð.
kostnaðin fyri dekort her

Uppsparingarkontan er ókeypis at stovna og hevur broytiliga rentu.

Stovna Uppsparingarkontu

Eftirlønarkonta

Í Føroyum er tað eitt lógarkrav at hava eina eftirlønarkontu. Tín pensjónsuppsparing skal tryggja, at tú hevur nóg mikið at liva av, tá tú fert frá vegna aldur. 

Tá tú stovnar tína eftirlønarkontu, kanst tú velja at lata peningin standa á kontu í Betri Banka ella støðla uppsparingina í virðisbrøv.

Íløgurnar verða tillagaðar tínum váðaprofili og eru undir regluligum eftirliti.

Hvussu nógv tú vilt spara upp til pensjón, hvør váðaprofilur hóskar best til tín o.a., kunnu vit finna útav saman.

Sí rentuna fyri Eftirlønarkontu her.

Hárentukonta

  • Inngjaldstíðarskeiðið var frá 1. februar til 1. mars 2023
  • Minsta inngjald var 100.000 kr.
  • Einki hámark var fyri, hvussu nógv kundi setast inn á kontuna
  • Rentan er 2,25 % um árið
  • Rentan verður tilskrivað árliga, fyrstu ferð 31. desembur 2023
  • Kontan er bundin fram til 1. mars 2025
  • Verður peningurin úttikin, áðrenn tíðarskeiðið er runnið, verður rentan afturførd til bankan



Latið okkum hoyrast

Okkara endmál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.