Ung sosial

Tannáringar

Í Betri Banka bjóða vit tannáringum ymsar loysnir og tænastur, sum gera góðan mun í gerandisdegnum. Les meira her á síðuni og fá greiðu á, hvørjar kontur, gjaldskort og annað rigga best til tín.

Fíggjarliga frælsið byrjar

Tá tú ert tannáringur, broytist nógv. Bæði kropsliga, andaliga og í tínum lívi sum heild. Tú fært vanliga størri frælsi, byrjar møguliga at arbeiða, og hevur brúk fyri at ráða yvir egnum pengum. Tað kann eisini vera, at tú ynskir tær okkurt serligt, sum tú nú kanst spara upp til? Í Betri Banka ynskja vit at gera tað so lætt og trygt hjá tær at umsita tínar pengar sum til ber. 

Kafe

 

 

Góð ráð 

  1. Stovna eina Nýtslukontu til løn og lummapengar
  2. Fá tær eitt Masterkort, har keypini verða afturhildin beinanvegin, so tú kanst fylgja við nýtsluni og sært hvussu nógv er eftir at brúka
  3. Brúka Lumman ella Netbankan, so hevur tú altíð yvirlit yvir tína nýtslu
  4. Set ein part av lønini ella lummapengunum inn á eina Uppsparingarkontu hvønn mánað. So hevur tú eitt gott íkast til framtíðar keyp
UngNáttura

Skúlar á gátt

Skúlaflokkar eru vælkomnir á gátt til ein fyrilestur. Hetta kundi veri ein øðrvísi tími fyri næmingarnar, har vit siga frá um ymiskt bankavirksemi.  Vit halda m.a. fyrilestrar innan nýtsluvanar, fíggjarætlan, Netbankan, lønarseðlar, at skriva umsókn og CV, at vera næmingur ella starvslesandi í Betri Banka. Tú ert sjálvandi eisini vælkomin at koma við fyrispurningum um evni, sum ikki eru við her. Einasta tú skalt gera er at skriva ein teldupost til ung.banki@betri.fo 

Nýtslukonta

Í Betri Banka kanst tú fáa eina Nýtslukontu, sum er ókeypis at stovna og hava. Ert tú 10 ár ella eldri, kanst tú knýta eitt Mastercard Debit til kontuna.

Sum nakað serligt bjóða vit eisini øllum ungum í aldrinum 13-17 ár at fáa mynd á kortið ókeypis. Les meira um hvat og hvussu her.

5. element

Uppsparingarkonta

Tað er skilagott at halda peninganýtslu og uppsparing atskilt. Vit mæla tær tí til at stovna eina Nýtslukontu til tína løn og lummapengar, og eina Uppsparingarkontu til uppsparingina.

5. element

Gott yvirlit við Lummanum/Netbankanum

Tá tú hevur fingið títt fyrsta gjaldskort, hevur tað enn størri týdning, at tað er skjótt og ómakaleyst at fáa yvirlit yvir nýtslu og innistandandi. Hetta kann Lummin ella Netbankin hjálpa við. 

Lummin er ein app til børn 10 ár og eldri, sum gevur tær eitt greitt yvirlit yvir tínar kontur, peninganýtslu og uppsparing. Appin hevur avmarkingar, sum gera, at tað ikki ber til at flyta pening við appini. Ynskir tú at fáa títt persónliga eyðkeynni á appina, kunnu bakgrundsmynd og vangamynd skiftast út. 

Tað er skjótt og ómakaleyst at stovna Lumman. Eitt foreldur ritar inn við sínum Samleika á Lumma appini á telefonini hjá barninum. Síðani velur barni eina kotu, sum frameftir skal nýtast at rita inn við.

Vónin er, at Lummin kann vera ein hjálp hjá tær og tínum foreldrum at tosa um pengar og soleiðis tryggja sunnar fíggjarligar vanar.

Vit hava gjørt eina vegleiðing, so tú sært hvussu tit koma ígongd við at brúka Lumman her.

Tá tú ert 15 ár, kanst tú fáa Netbankan, sum gevur atgongd til at gera flytingar o.l.

Legg til merkis, at foreldur kunnu fáa atgongd til Netbankan hjá børnunum, til tey fylla 18 ár.

Les persónsdatapolitikkin um Lumman her

Stovna Lumman/Netbanka

Gjaldskortið til tannáringin

Frá 10 ára aldri ber til at fáa gjaldskort úr Betri Banka. Einasta kravið er ein játtan frá foreldrum ella verja. Kemur tú inn á eina av okkara deildum fært tú eisini ein kulan Puma ryggsekk frá okkum. 

Talan er um eitt Mastercard Debit gjaldskort. Ein fyrimunur við kortinum er, at upphæddin, sum verður brúkt, verður afturhildin beinanvegin, og tí er lætt at hava yvirlit yvir, hvussu nógv er eftir á kontuni at brúka.

Mastercard Debit kann brúkast í handlum, á netinum og í sjálvtøkum kring allan heim

Les meira um brúkarareglur her

Les meira um reglugerð fyri mynd á títt gjaldskort her

Stovna Masterkort Debit

Mastercard

Góð ráð um gjaldskort

  • Minst til, at kotan er loynilig. Goym tí kotuna væl
  • Gloym ikki kotuna! Er hon torfør at minnast, bið so um ein ”pinkode-husker” í bankanum
  • Ikki brúka kotuna á kortinum til telefonina ella telduna  
  • Minst til, at kontan við kortinum er ein Nýtslukonta. Tí er skilagott at spara upp á aðrari kontu
  • Brúka Lumman ella Netbankan til at fylgja við penganýtsluni
  • Ansa eftir magnetstrípuni á kortinum. Upplýsingarnar í magnetstrípuni kunnu oyðileggjast, um strípan kemur ov nær einum magnetfelti, eitt nú telefonini, magnetlási á tasku ella pengapungi.
 
Lumma appin

Latið okkum hoyrast

Okkara endmál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.