Avsláttarskipan

Betur tú ert tryggjaður, størri avsláttur fært tú.

Tú fært avsláttur av inngjaldinum til Betri Trygging, um tú hevur tvær ella fleiri privatar tryggingar hjá Betri Trygging. Fleiri tryggingar tú hevur, størri avsláttur fært tú.

Bil-, innbúgvs-, sethúsa- og vanlukkutryggingar eru við til at geva tær avsláttur upp til 15%. Avslátturin verður drigin frá tínum inngjaldi til Betri Trygging.

Hevur tú inngjald til Betri Pensjón á 10.800 krónur eftir skatt (svarandi til 18.000 kr. áðrenn skatt) árliga, fært tú 20% í avsláttri av tínum tryggingum, sama hvussu nógvar tryggingar tú hevur hjá Betri Trygging. Samanlagt kann hetta geva heilt upp til 32% í avsláttri.

 

Avsláttur

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum

348 600

Send teldupost