Um starvið:

Betri Trygging er eitt stórt arbeiðspláss við høvuðssæti á Kongabrúnni, sum eisini verður tín høvuðsstarvsstaður. Tú fert at hoyra til Sýnsdeildina og næstu starvsfelagarnir vera handverkarar av ymsum yrki. Harumframt fært tú umleið 100 aðrar fittar og dugnaligar starvsfelagar, men arbeiðið verður í stóran mun sjálvstøðugt.

Um uppgávurnar:
Uppgávurnar spenna víða og eru kring landið, hóast høvuðssætið er í Havn. Tú fært eitt nú ábyrgd av:
• øllum viðlíkahaldi og húsavarðararbeiði
• at røkja bygningar og økini uttanum
• at meta um umvælingarloysnir og kostnað
• tekniskum viðlíkahaldi og rakstri - og samskiftinum við eksternar veitarar
• HVS við ventilatión og brunaávaringarskipanum
• reingerðar- og ruskøkinum
• at gera eftirlitsvitjanir og viðlíkahalda bygningar okkara á Hálsi og Tvøroyri - og húsum kring landið, ið verða nýtt til endurhýsing
• at gera skrivstovur klárar og hjálpa til, tá tiltøk eru v.m.

Um teg:
• Útbúgvin handverkari ella líknandi og hevur royndir innan økið
• Dugir at hugsa kreativt og finna loysnir
• Kanst laga teg til skiftandi arbeiðsumhvørvi og arbeiðsuppgávur
• Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
• Hevur nakað av KT-førleikum, eitt nú innan word og excel
• Hevur eitt jaligt lyndi, góð samstarvsevni og dugir at byggja góð sambond við starvsfólk og veitarar

Um okkum:
• Vit bjóða tær eitt gott og avbjóðandi starv við góðum setanartreytum, sjálvstøðugum arbeiðsøki og góðum møguleikum fyri støðugari førleikamenning
• Tú fært dugnaligar starvsfelagar og eitt umhvørvi, har vit eru fryntlig, hjálpsom, rúmlig og ikki minst geva pláss fyri skemti í gerandisdegnum
• Atgongd til góða kantinu og vælumtókta fitnesshølið
Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir rætta umsøkjaranum.

Samband:
Send umsóknina við lívsrensli og avriti av prógvum til starv@trygging.fo í seinasta lagi 29. september 2023 kl. 12.00.
Hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í samband við Gunnar Grækarisson, leiðara á sýnsøkinum, á tlf. 34 86 57 / gg@trygging.fo, ella Rannvá Justinussen, HR-leiðara, á tlf. 34 85 75 / rju@trygging.fo

Vit gleða okkum at frætta frá tær.


Høvuðssætið hjá Betri Trygging er á Kongabrúnni í Havn, og hartil eru smærri deildir kring landið. Vit tátta í 100 starvsfólk tilsamans - hvør við okkara serkunnleika. Vit virða fakligheit, trivnað og menning - og eisini tað góða lagið. Vit eru partur av Betri samtakinum, sum tú kanst lesa meira um her: www.betri.fo.

Vilt tú hava eina breiðari mynd av Betri Trygging, kanst tú lesa meiri á sosialu miðlum okkara:
Heimasíða: www.betri.fo/trygging
Facebook: Betri Trygging
Instagram: @betritrygging