5. element

Freistir ísv. Kristi himmalsferðardag

Hósdagin 9. mai er Kristi himmalsferðardagur, og fríggjadagin 10. mai er frídagur hjá donsku peningastovnunum og KT-veitaranum hjá okkum. Tí verða ongar bankaflytingar framdar hesar báðar dagarnar.

Freistirnar eru hesar, um peningur skal vera móttakaranum í hendi áðrenn Kristi himmalsferðardag:

  • Lønarflyting: týsdagin 7. mai klokkan 15:30
  • Vanlig flyting til kontu í øðrum peningastovni: týsdagin 7. mai klokkan 18:30*
  • Flyting sama dag til kontu í øðrum peningastovni: mikudagin 8. mai klokkan 11:45*

*Tað ber eisini til at gera eina Skundflyting, sum ikki er tengd at heilidøgum. Tá er peningurin móttakaranum í hendi fá sekund eftir, at flytingin er framd.

Uttanlandsflytingar

Uttanlandsflytingar skulu í seinasta lagi vera avgreiddar á netbankanum, mikudagin 8. mai klokkan 14, fyri at bankin kann avgreiða hesar áðrenn Kristi himmalsferðardag.  

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til okkara á 348 000, ella skriva á banki@betri.fo.