Betri Oyggjaleikir 2027

Betri Oyggjaleikir 2027

3.–9. juli 2027 savnast ítróttafólk, gestir og oyggjar til Føroya størsta ítróttatiltak.

Sjálvboðin eru ein av grundsúlunum undir leikunum. Tað eru tey, sum taka ímóti ítróttafólkum og gestum, hjálpa til á leikvøllum, skapa góða lagið og tryggja, at alt hongur saman frá byrjan til enda.

Vilt tú vera sjálvboðin?

Tú kanst skriva teg upp sum sjálvboðin til Betri Oyggjaleikir 2027 á einari av deildum okkara ella við at skriva teg upp her.

Tørvur er á millum 1200 og 1500 fólkum til alskyns uppgávur.

Uppgávurnar eru býttar sundur í 11 øki. Tú kanst velja millum alt frá servering, vakt, KT og tøkni til at vera eitt av mongu spyr-meg-fólkunum.

Øll sjálvboðin fáa búna og mat, og 10. juli 2027 bjóðar Betri-samtakið til eina rimmar veitslu.

Hví stuðla Betri Oyggjaleikum?

Fyri Betri er tað týdningarmikið at stuðla felagsskapinum og samanhaldinum, sum sjálvboðin umboða. Oyggjaleikirnir eru fólksligir og fevnandi, og tá fólk savnast um eina felags uppgávu, hendir nakað serligt – bæði fyri ítróttin, oyggjarnar og samfelagið sum heild.