Er innbúgvið nóg væl tryggjað?
Vit síggja javnan, at fólk undirmeta, hvussu nógv tey eiga - og hvat tað kostar, um ólukkan rakar og tey skulu keypa alt av nýggjum. Av tí sama tryggja tey innbúgvið alt ov lágt. Men nú hava vit gjørt tað lættari at rokna út, hvussu nógv tú skalt tryggja innbúgvið fyri.

Best umtóktu tryggingarnar
Hent at vita

Tínar tryggingar á einum stað
Skuldi skaði hent, mæla vit til, at tú brúkar skipanina "Mín Trygging" til at boða frá skaðanum. Tínir fyrimunir eru:
- Stundislig fráboðan
- Møguligt at senda myndir við fráboðanini
- Skaðin verður viðgjørdur beinanvegin
- Tú fært fráboðanir, tá ið støðan broytist (t.d. tá ið málsviðgerðin byrjar, skaðin er avgreiddur v.m.)
- Yvirlit yvir tínar tryggingar, skaðar v.m.
Tíðindi

Betri Trygging framúr gott úrslit
Munandi færri skaðar enn vanligt, eingin stórskaði í vinnuni, eingin ódn og væl færri privatir skaðar enn undanfarin ár. Tvinna vit hesi viðurskiftini saman við einum støðugt vaksandi kundaskara, ið tryggjar seg betur enn áður, góðum úrsliti av íløgum og góðari fíggjarstýring, ja, so hevur tú í stuttum orsøkina til framúr góða úrslitið í 2021, staðfestir Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging

Starvslýsing: Løgfrøðingur til Betri Trygging
Vit sóknast eftir einum nærlagdum og virkisfúsum løgfrøðingi til skaðaøkið á Betri Trygging. Dámar tær spennandi avbjóðingar?

Innbúgvið í føroyskum heimum ov illa tryggjað
Vit síggja javnan, at føroyingar undirtryggja innbúgvið. Vit undirmeta heilt einfalt, hvat innbúgvið er vert – og hvat tað kostar at keypa alt av nýggjum, um ólukka rakar. Tí hava vit nú ment ein innbúgvsroknara, ið gevur eitt vegleiðandi boð uppá, hvat innbúgvið er vert, og hvat tað eigur at tryggjast fyri.
Vit eru altíð klár at hjálpa tær
Ynskir tú at tekna eina trygging ella hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.