Paukur til orkestri
Heystkonsert, eitt nýskrivað verk og skínandi nýggjar paukur.
Betri Samtakið hevur stuðlað keyp av paukum.
Nýggjar paukur og nýggj heystkonsert við Føroya Symfoniorkestri. Konsertin leygarkvøldið er tó nakað serligt - umframt nýggj ljóðføri, so er tað fyrstu ferð, ein føroysk kvinna hevur skrivað eitt verk til eitt symfoniorkestur.
Vit fegnast um at stuðla Føroya Symfoniorkestri.
