Altjóða ítróttarpallur
Stórhøllin við Tjarnir er ein týðandi liður í menningini av føroyskum ítrótti á altjóða ítróttapallinum. Betri hevur verið við í hesi stóru verkætlan frá byrjan.
Møguleikarnir eru nógvir til innandura ítrótt – t.d. hondbólt, flogbólt, fimleik, kurvabólt, stríðsítrótt, borðtennis, tennis, badminton, dans, bogaskjóting og biljard.
Harumframt er stórhøllin eisini karmur um ymisk mentanartiltøk, sum konsertir, samkomuvirksemi, ráðstevnum og er eisini partur av føroysku vanlukkutilbúgvingini.
Høllin er sera stór og hevur eina grundvídd upp á umleið 4.600 m2. Bygningurin er í trimum hæddum og samlaða gólvvíddin er um 8.350 m2.
Við so stórum bygningi eru óteljandi møguleikar at hýsa virksemi.
Við Tjarnir er skipað sum sjálvsognarstovnur, sum Tórshavnar kommuna hevur stovnað og sum verður leidd av kommununi, Vinnuhúsinum, ÍSF og Visti Faroe Islands.
