Betri Pensjón

Betri Pensjón brúkar nú Samleikan

Nú er tað blivið enn lættari at vera kundi hjá Betri Pensjón, tí frá í dag kanst tú brúka Samleikan til at rita inn á Mín Pensjón.
Við Samleikanum kanst tú skjótt og ómakaleyst rita inn og síggja:

• Tíni persónligu avkast hvønn mánað.
• Hvussu nógv tú hevur spart saman til pensjón hvønn mánað hjá okkum.
• Hvørjar tryggingar tú hevur hjá okkum og hvat tær kosta.
• Umsitingargjaldið hjá Betri Pensjón.
• Váðastøðið á tíni pensjón - og broyta hetta, um tú vilt.


Betri Pensjón er 16. tænastuveitari, ið bjóðar kundunum at rita inn við Samleikanum.
Yvir 40.000 fólk hava nú fingið sær Samleikan og kunnu sostatt brúka somu innritan, um tey fara inn á Vangan, Borgaragluggan, Tinglýsingina ella koronupassið - og nú eisini tá ið tey skulu síggja sína pensjón.