Betri Trygging

Skaðaleys koyring

 

 Ongin akfarsskaði gevur pengar aftur 

Betri Trygging setti í fjør eina skipan í verk fyri privatkundar, sum hava akfarstrygging - og hon er aftur galdandi hetta komandi árið.

Skipanin eitur »skaðaleys koyring«. Hon gongur í stuttum út uppá, at tú fært bonus, um einki skaðaendurgjald er farið av tínari akfarstrygging í einum kalendaraári.

Bonus er 10% av tí, tú hevur rindað í tryggingargjaldið fyri tíni akfør í 2026.

Treytin fyri at fáa bonus fyri skaðaleysa koyring er:

1) at tú ikki hevur fingið endurgjald fyri skaða á bil, motorsúkklu, prutl, húsbil, húsvogn ella viðfestisvogn, og at tú ikki hevur elvt til skaða, ið hevur havt við sær, at onnur hava fingið endurgjald.

2) at samlaða úrslitið fyri akfør vísir seg at verða betri, enn vit roknaðu við, tá ið árið byrjaði.
Skipanin við skaðaleysari koyring er sjálvvirkandi, og tú skalt einki gera. Eru treytirnar uppfyltar við árslók 2026, verður bonus á tíni konto í februar 2027.

Les meira um skipanina her.