Ert tú okkara nýggi starvsfelagi?
Dámar tær at veita framúr kundatænastu, og stórtrívist tú við at samskifta við kundar við einum smíli? So er tað møguliga tær, vit leita eftir.
Vit leita eftir einum tænastusinnaðum starvsfólki til avgreiðsluna á deild okkara í Miðvági.
Starvið
Umframt alt vanligt arbeiði, sum er í einari kassaavgreiðslu, fevnir arbeiðið eisini um aðrar uppgávur, so sum at passa sjálvtøkuna, taka ímóti undirskriftum, vegleiða í at brúka netbankan, avgreiðsla av fyrispurningum umvegis teldupost umframt aðrar fyrifallandi uppgávur.
Tínir førleikar
Vit ímynda okkum, at tú:
- leggur stóran dent á at veita kundunum eina góða kundatænastu,
- ert vinarlig/ur, fyrikomandi og ágrýtin,
- -vísir røkiskap í øllum, tú gert,
- trívist í einum umhvørvi við nógvum ymiskum uppgávum,
- ert ein liðfelagi og hjálpir tínum starvsfelagum, tá ið tað er brúk fyri tí,
- hevur viðkomandi útbúgving ella royndir.
Vit bjóða tær
Eitt spennandi starv, góðar og dugnaligar starvsfelagar og góðar arbeiðsumstøður.
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum FAG og YTF.
Starvsstaðurin er í Miðvági.
Umsóknarfreistin er 22. januar 2026
Ljóðar hetta áhugavert, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn við CV og viðkomandi skjølum til starv@betri.fo.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Sjúrð Poulsen, leiðara, á 348 420 / sp@betri.fo ella Beintu Wilhelm, HR-leiðara, á 548 224.
