Samskiftisfólk til marknaðardeildina hjá Betri Banka
Á marknaðardeildini hava vit ábyrgdina av innan- og uttanhýsis samskiftinum og marknaðarføringini av Betri Banka, Betri Heim og Betri samtakinum.
Her er altíð gott lag og full ferð á. Uppgávurnar eru nógvar og rættiliga ymiskar frá degi til dags. Okkara fremsta uppgáva er at stuðla undir arbeiðið at veita góða ráðgeving til kundar okkara.
Marknaðardeildin hevur eitt breitt ábyrgdarøki, og endamálið er at viðlíkahalda, menna og styrkja samskifti og marknaðarføringina hjá Betri Banka, Betri Heim og Betri samtakinum. Vit skipa á hvørjum ári fyri nógvum ymsum tiltøkum kring alt landið. Eisini menna vit hvørt ár nýggj átøk, har vit eitt nú varpa ljós á viðkomandi og týðandi øki.
Um starvið
Í tøttum samstarvi við leiðaran á marknaðardeildini og feløgini í samtakinum fert tú m.a. at taka tær av samskiftistilfari, at framleiða skrivligt og visuelt tilfar, at leggja til rættis og skipa fyri tiltøkum og umsiting av lýsingartilfari.
Fyri at arbeiða á marknaðardeildini er tað umráðandi, at tú:
- hevur góðan málkunnleika og dugir væl at skriva og orða teg á føroyskum
- megnar at arbeiða í arbeiðsumhvørvi við ferð á
- megnar at verða í smálutum eins væl og at hava stóra yvirlitið
- ert fyrikomandi, áhugað/ur, ágrýtin og arbeiðssom/samur
- dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt
- hevur góð samstarvsevni
- ert strukturerað/ur, soleiðis at uppgávurnar verða loystar væl og skjótt
Vit bjóða:
- eitt fjølbroytt og spennandi starv, har tú fært møguleika at seta tín dám á starvið
- góðar arbeiðsumstøður, har møguleiki er fyri persónligari og fakligari menning, og har starvsfólkatrivnaður og kundanøgdsemi hava hægstu raðfesting
Setanartreytir verða ásettar sambært avtalu.
Umsókn
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Annu Eystberg Hofgaard, marknaðarleiðara, á 548 251, ella Beintu Wilhelm, HR-leiðara, á 548 224.
Um tú hevur áhuga í starvinum, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn við lívsrensli og viðkomandi skjølum til starv@betri.fo. Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 12. apríl 2026.
