
Íløgur
Betri Pensjón miðar eftir at fáa størst møguligt avkast fyri so avmarkaðan váða sum tilber - og málið er, at 100% av íløgunum um fá ár skulu hava burðardygd fyri eyga.
Størsti parturin av okkara íløgum eru í feløgum, sum arbeiða virkið við burðardygd fyri eyga. Vit velja feløg, sum virða mannarættindi, taka umhvørvið í álvara og virka undir rættvísum arbeiðsumstøðum.
Hinvegin stýra vit miðvíst uttanum feløg, ið ikki gera tað. Vit samstarva heldur ikki við feløg, ið saman við øðrum framleiða ella menna tyssibumbur, kjarnorkuvápn ella týðandi staklutir, ið einans verða nýttir til hesi vápnasløg.
Tá ið virðisbrøvini, sum vit gera íløgur í, verða vald og eftirmett, taka vit eisini atlit at etisku viðurskiftunum.
Partabrøv
Niðanfyri er ein lýsing av, hvørjar partabrævabólkar vit hava gjørt íløgur í (oktober 2025).
Partabrævabólkur merkir í stuttum, at nógv ymisk partabrøv við felags eyðkennum, eru bólkaði saman. Í hesum bólkum eru partabrøv í nógvum ymiskum fyritøkum, í nógvum ymiskum vinnum og í nógvum ymiskum londum.
Alheims partabrøv
Indeks Globale Aktier Minimum Risiko
Endamálið við hesi íløguni er at hava eina breiða spjaðing millum alheims partabrøv við minst møguligum váða. Íløgubólkurin inniheldur umleið 270 partabrøv. Áleið 10% av samlaðu íløgunum í partabrøv eru sett í henda íløgubólk. Les meira her.Ethical Global Value
Í hesum íløgubólki eru alheims partabrøv, ið byggja á íløguháttin “Value investering”.Harafturat verða íløgurnar einans gjørdar í fyritøkur, ið fylgja altjóða leiðreglum um etiska ábyrgd. Íløguprógvið inniheldur 70-80 ymisk alheims partabrøv. Áleið 10% av samlaðu íløgunum í partabrøv eru sett í henda íløgubólkin. Les meira her.
Bæredygtige Aktier
Íløgubólkurin inniheldur 40-70 alheims partabrøv, ið eru nágreiniliga útvald útfrá vakstrarmøguleikum, váða og burðardygd hjá fyritøkunum. Dentur verður lagdur á at gera íløgur í fyritøkur, ið eru sterkar og hava langtíðarmál innan burðardygd. Áleið 10% av samlaðu íløgunum í partabrøv eru sett í henda íløgubólk. Hesin íløgubólkurin fylgir strangastu alheims krøvum fyri burðardygd.Les meira um hetta íløguprógvið her.
Index Bæredygtige Global
Grundarlagið í hesum bólkinum byggir á alheims partabrøv við høgari ESG-rating, ið hevur til endamáls at tryggja ein sterkan burðardyggan profil, har dentur verður lagdur á umhvørvið og samfelagsliga ábyrgd.Íløgubólkurin inniheldur omanfyri 900 alheims partabrøv, har ein minni partur er í nýggjum marknaðum (emerging markets). Umleið 25% av samlaðu íløgunum í partabrøv er sett í henda íløgubólk.
Hesin íløgubólkurin fylgir strangastu alheims krøvum fyri burðardygd.
Harafturat fylgir indeksið krøvunum frá París-sáttmálanum um at minka CO2 útlátið.
Les meira um hetta íløguprógvið her.
Nordea Stabile Aktier
Endamálið við hesi íløguni er at hava eina breiða spjaðing millum alheims partabrøv við støðugum avkasti og lágum váða. Íløgubólkurin inniheldur umleið 100 partabrøv.Áleið 10% av samlaðu íløgunum í partabrøv eru sett í henda íløgubólk. Les meira her.
Nordea BetaPlus Enhanced Global Sustainable Equity Fund
Íløgubólkurin inniheldur áleið 300 alheims partabrøv. Dentur verður m.a. lagdur á SRI íløgur (socially responsible investment) fyri at røkka einum høgum ESG íløguprofili og lágum CO2-útláti. Áleið 10% av samlaðu íløgunum í partabrøvum eru sett í henda íløgubólk. Les meira her.INDEX USA Growth KL
Íløgubólkurin inniheldur omanfyri 220 norðuramerikonsk partabrøv, ið hava eyðkenni at vera vakstrarfyritøkur. Tískil er góður helmingurin av partabrøvunum í íløguprógvinum settur í tøknifyritøkur. Áleið 15% av samlaðu íløgunum í partabrøv eru sett í henda íløgubólk. Les meira her.INDEX Europa Forsvar
Íløgubólkurin inniheldur 33 partabrøv. Fokus er einans á evropeisk partabrøv, og íløguuniversið fevnir einans um partabrøv innan verjuídnaðin. Áleið 5% av samlaðu íløgunum í partabrøv eru sett í henda íløgubólk. Les meira her.Donsk partabrøv
Lánsbrøv
Stats- og realkreditlánsbrøv
Talan er her um íløgur í donskum stats- og realkreditlánsbrøvum. Tað snýr seg um stutttíðar lánsbrøv og miðallong lánsbrøv. Áleið 60% av samlaðu íløgunum í lánsbrøvum eru sett í henda íløgubólk.
Virkislánsbrøv
Virkislánsbrøv eru meira váðafús enn vanlig lánsbrøv, og rentan er tí vanliga hægri í mun til stats- og realkreditlánsbrøv.
Størsti parturin av íløgunum í virkislánsbrøv er í sonevnd High Yield og Investment Grade virkislánsbrøv. High Yield merkir, at íløga er gjørd í feløg, sum hava ein ávísan kreditváða, sum er omanfyri miðal, í mun til aðrar fyritøkur av sama slagi. Investment Grade virkislánsbrøv hava relativt lágan váða. Dentur verður lagdur á íløgubólkar, sum tryggja góða spjaðing við virkislánsbrøvum frá nógvum ymiskum fyritøkum úr ymiskum londum og vinnugreinum.
Les meira um High Yield íløgubólkarnar her og her, og um Investment Grade íløgubólkin her.
Harafturat er ein partur settur í ”Bæredygtige Kreditobligationer” og ”Grønne Obligationer”. Hesir íløgubólkarnir minna nógv um Investment Grade virkislánsbrøv, men leggja dent á evropeiska marknaðin og á fyritøkur við høgum málum innan burðardygd. Les meira her og her.
Áleið 20% av samlaðu íløgunum innan lánsbrøv eru í virkislánsbrøvum.
Evropisk Covered Bonds
Útlán
Orsøkirnar til at Betri Pensjón hevur valt at veita útlán sum eina íløgu eru hesar:
• Verandi rentustøði gevur møguleika fyri nøktandi rentuinntøkum sum avkast
• Felagið hevur eitt ynski um, at ein partur av íløguognunum skulu virka í Føroyum
• Eitt útlán er ein støðug íløga, ið ikki sveiggjar í virði, eins og lánsbrøv kunnu gera, tá rentan til dømis hækkar
Íløgukostnaður og afturbering
Marknaðarrenta merkir, at samansparingin verður sett í láns- og partabrævabólkar. At gera íløgur í slíkar bólkar kostar pening, og hesin kostnaður verður tí tikin av tínum avkasti, áðrenn tað verður sett inn á tína pensjón.
Kostnaðurin av at umsita íløgubólkar við partabrøvum er vanliga hægri enn kostnaðurin av at umsita íløgubólkar við lánsbrøvum. Sostatt verður kostnaðurin av íløgurøktini, ið vit gera fyri teg, tengdur at tí íløgubólki, sum tú hevur valt at nýta.
Kostnaðurin verður ásettur við ársbyrjan. Við árslok verður hetta hildið upp móti veruliga kostnaðinum í árinum. Hetta gevur eina afturbering til pensjónskundarnar hjá Betri Pensjón.
Nettokostnaðurin í 2024 var:
Partabrøv 0,49%
Lánsbrøv 0,25%
Vit eru altíð klár at hjálpa tær
Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum
