Pensjón

Tá ið eg gerist pensjónist

Tá ið tú nærkast pensjónsaldri, seta vit okkum í samband við teg. Tá skalt tú gera av, hvussu tú vilt hava tína pensjónssamansparing útgoldna.

Tey flestu, ið gerast pensjónistar nú og komandi árini, hava spart saman í fleiri ymsum pensjónsskipanum – við ymsum treytum. 

Pensjón, sum er spard saman áðrenn 2012, skal skattast við útgjald, meðan pensjónin, sum er spard saman í árunum 2012-2013, og frá 2014, tá ið nýggja eftirlønarlógin varð sett í gildi, er skattafrí við útgjald.

Pensjónirnar frá teimum báðum eldru tíðarskeiðunum blivu spardar upp eftir reglunum um, at tú spardi saman á kapitalpensjón, lutapensjón og lívrentu, og tí fylgir útgjaldið somu reglum, sum vóru galdandi tá. 

Les meira um gomlu pensjónsskipanirnar longur niðri á hesi síðuni. 

Pensjónin, sum er spard saman eftir eftirlønarlógini frá 2014, kann í fyrsta lagi gjaldast út, tá ið tú nært fólkapensjónsaldri. Í løtuni er pensjónsaldurin settur at vera 67 ár. 

Pensjónin, sum tú hevur spart saman síðani 1. januar 2014, kann útgjaldast soleiðis:

  • Í minsta lagi 45% útgoldið mánaðarliga restina av lívinum (Lívrenta)
  • Í mesta lagi 55% útgoldið mánaðarliga í minst 10 ár (Lutapensjón)
  • Í mesta lagi 15% útgoldið í einum (Kapitalpensjón)

Hevur tú pensjónssamansparingar hjá fleiri veitarum, mæla vit tær til at savna allar hjá einum veitara, áðrenn útgjaldið kann setast í verk.

Pensjónsútgjaldið skal byrja samstundis, sum tú fært fólkapensjón.

Undantøk
Tað eru nøkur undantøk í sambandi við útgjald. Vit greiða tær fegin frá, hvørji tey eru. Ring til okkara á tlf 348 700.

 

Pensjónsútgjald í sambandi við deyða

Skuldi tú doyð, áðrenn tú fært nakað útgjald av pensjónini, verður uppspardi peningurin útgoldin til tann, tú hevur tilskilað. Ein tilskilan er títt skrivliga ynskið um, hvør skal hava útgjaldið. Er eingin tilskilaður, er tað næsti avvarðandi, sum fær pengarnar. Tað er altíð hjúnafelagin, um tú ert gift/ur. Er eingin hjúnafelagi, verður útgoldið til lívsarvingar – børn, foreldur, systkin ella aðrar arvingar, alt eftir hvussu júst tín støða sær út. 

Gev gætur, at ein ógiftur sambúgvi ikki av sær sjálvum kann fáa útgjaldið, um tú ikki hevur tilskilað viðkomandi. 

Tann tilskilaði – ella tann, ið fær útgjaldið av pensjónini ið er samanspard síðani 2014, kann velja at flyta alla ella ein part av pensjónssamansparingini  til sína egnu pensjónssamansparing. Tað er skatta- og avgjaldsfrítt.

Um tú doyrt, eftir at pensjónsútgjaldið er byrjað, verður tann parturin av pensjónini, sum er Lutapensjón, útgoldin til tilskilaða ella næsta avvarðandi.

 
Fólkapensjónsaldur

Fólkapensjónaldurin er í dag 67 ár. Í 2025 hækkar fólkapensjónsaldurin til 67 1/2 ár, og í 2030 hækkar fólkapensjónsaldurin til 68 ár.

Pensjónsskipanin frá 2012-2013

Allur peningur, ið varð spardur saman í pensjónsskipanini í 2012 og 2013, varð skattaður við inngjald. Útgjaldið er tí skattafrítt, uttan mun til um tað bleiv spart upp í Kapitalpensjón, Lutapensjón ella Lívrentu.

  • Kapitalpensjónin verður útgoldin í einum
  • Lutapensjónin verður útgoldin mánaðarliga í minsta lagi 10 ár
  • Lívrentan verður útgoldin mánaðarliga restina av tínum lívi

Doyrt tú, áðrenn tú fært nakað útgjald, verður samansparingin goldin eftirkomarunum. Doyrt tú eftir at pensjónsútgjaldið er byrjað, verður tann parturin av pensjónini, sum er Lutapensjón, útgoldin til næsta avvarðandi ella tilskilaða/u. 

Pensjón spard saman í árunum 2012 og 2013, kann flytast yvir í nýggju pensjónsskipanina frá 2014. Hetta merkir, at treytirnar fyri útgjaldi broytast og fylgja reglunum fyri nýggju pensjónsskipanina, nevnd omanfyri.

Undantøk
Tað eru nøkur undantøk í sambandi við útgjald. Vit greiða tær fegin frá, hvørji tey eru. Ring til okkara á tlf 348700.

Pensjónsskipanin fram til 31.12.2011

Í pensjónsskipanini, ið var galdandi fram til 31.12.2011, vóru aðrar skattareglur enn í dag. Eingin skattur varð tikin av inngjaldinum, og tí verða útgjøldini skattað soleiðis:

  • Kapitalpensjón, útgjald í einum, skattað við 35 % í avgjaldi
  • Lutapensjón, mánaðarligt útgjald í minst 10 ár, skattað sum a-inntøka
  • Lívrenta, mánaðarligt útgjald restina av lívinum, skattað sum a-inntøka

Doyrt tú áðrenn útgjald, verður samansparingin goldin tilskilaða ella eftirkomarunum. Doyrt tú, eftir at pensjónsútgjaldið er byrjað, verður tann parturin av pensjónini, sum er Lutapensjón, útgoldin til næsta avvarðandi ella tilskilaða/u. 

Undantøk
Tað eru nøkur undantøk í sambandi við útgjald. Vit greiða tær fegin frá, hvørji tey eru. Ring til okkara á tlf 348700.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

348 700

Send teldupost