
Vit eru Betri-samtakið
Betri er banki, trygging, pensjón og heim.
Vit virka her í Føroyum – og tað hava vit altíð gjørt. Vit eru eitt felag, sum kundarnir eiga. Tí eru vit sum vit eru.
Okkara kundar hava eitt umboðsráð. Kundar kunnu stilla upp, og kundar velja hvør kemur inn í Umboðsráðið. Tað er demokratiskt. Umboðsráðið tekur millum annað avgerð um, hvussu vinningurin hjá feløgunum skal býtast. Allur vinningurin verður verandi í Føroyum.
Vit stuðla nógvum verkætlanum. Onkrar eru stórar og rúma næstan 5.000 áskoðarum. Aðrar skapa trivnað, tryggleika og samanhald.
Eisini fáa kundarnir part av vinninginum – limakrónur – hvørt ár.
Betri-samtakið veitir fíggjarligan tryggleika til okkara kundar og allar Føroyar. Nú og frameftir.
Vit eru Betri. Eitt felag, vit eiga í felag.
Soleiðis er Betri bygt upp
Betri er eitt felag, sum kundarnir eiga, og Betri er skipað sum eitt samtak við fýra dótturfeløgum. Hesi bæði tingini gera, at vit hava eitt tætt tilknýti og eitt sterkt samanhald.
Og hetta ger okkum so før fyri at gera tingini betri, enn tey vóru áðrenn: Betri fyri samfelagið, betri fyri okkum sum fyritøku og betri fyri teg sum kunda.
Betri gjøgnum árini
Vit virka her í Føroyum. Og tað hava vit altíð gjørt. Okkara røtur røkka ganga heilt aftur til 1832.
Fýra feløg – ein familja
Tey fýra dótturfeløgini eru Betri Banki, Betri Trygging, Betri Pensjón og Betri Heim. Hvørt felag hevur sína serligu styrki og sín heilt ítøkiliga leiklut. Men tey hava øll eitt í felag: Tey koma tær til hjálpar, uttan mun til hvar tú ert á lívsleiðini.
Tíðindi frá samtakinum

Kom til ókeypis fyrilesturin: HYGG UPP!
»Telefonin er ikki bara ein tíðartjóvur – men ein lívstjóvur«. Tað er greiði boðskapurin hjá virðislønta Jakob Sorgenfri Kjær í fyrilestrinum KIG OP, ið byggir á bestseljandi bókina við sama heiti.

Betri Banki hækkar renturnar
Danski Tjóðbankin hækkaði 10. septembur leiðandi rentuna við 0,25% stigum.Hetta hevur við sær, at Betri Banki eisini hækkar renturnar.

500 færri skaðar fyrra hálvár í ár samanborið við í fjør
- Fyrra hálvár í ár var eingin ódn, eingin stórskaði og skaðatalið var munandi lægri enn somu tíð í fjør. Tað hevur við sær, at útgjøldini til skaðar eru væl lægri enn vanligt, nú árið er komið í helvt, sigur Ingunn Eiriksdóttir, stjóri í Betri Trygging, um góða hálvársúrslitið

Hálvársroknskapur 2026
Fyrstu 6 mánaðirnir av 2026 vóru sum heild merktir av góðum úrslitum á virkisøkjunum hjá bankanum.
