Um ognarfelagið

Ognarfelag Tryggingartakaranna eigur Betri P/F samtakið

Endamálið hjá felagnum er at umsita ognir felagsins á best møguligan hátt og í hesum sambandi antin beinleiðis ella gjøgnum annað felag at eiga partapeningin í P/F Betri Trygging og øðrum feløgum og annað íløguvirksemi. Eisini kann felagið byggja, eiga og reka fasta ogn sum varandi peningaíløga, umframt annað virksemi í hesum sambandi.

Hetta verður gjørt umvegis partafelagið P/F Betri, ið er skipað sum eitt samtak við móðurfelagi og trimum dótturfeløgum, har eitt av hesum feløgum eisini eigur egið dótturfelag.

Allir tryggingartakarar í P/F Betri Trygging eru limir í felagnum og kunnu velja tilsamans 35 umboð í Umboðsráðið hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna.

Uppgávur hjá Umboðsráðnum

Formligi leikluturin hjá Umboðsráðnum er:

  • at skipa aðalfundir felagsins
  • at velja nevnd (Ognarfelag Tryggingartakaranna)
  • at góðkenna ársroknskapin
  • at gera møguligar viðtøkubroytingar

Harumframt kann Umboðsráðið gera av, at tað á hvørjum ári eisini verða hildnir aðrir regluligir umboðsráðsfundir.

Nevnd í Ognarfelag Tryggingartakaranna

Jens Johan Dam

Formaður

Poula Michelsen

Næstforkvinna

Hallur Thomsen

Nevndarlimur

Mortan Simonsen

Nevndarlimur

Tóra við Keldu

Nevndarlimur

Jákup Egholm Hansen

Nevndarlimur

Stjórn í Ognarfelag Tryggingartakaranna

Evy J. Jacobsen

Forstjóri

Formlig skjøl

Niðanfyri ber til at taka niður yvirksipaði formlig skjøl viðvíkjandi Betri-samtakinum.