Ferðast kort

Gott at vita um gjaldskort

Her eru nøkur góð ráð og hent vitan um gjaldskort, sum kunnu hjálpa tær at brúka gjaldskort á tryggan og skilagóðan hátt.

Gjaldskort

Her eru nøkur góð ráð, sum eru galdandi fyri øll gjaldskort

  • Gjaldskort eru at meta sum kontantur peningur. Fyrsta góða ráðið er tí altíð at goyma kortið á tryggum staði. Bæði úti og heima. Kortið má ikki liggja frammi.
  • Tað ber til at fáa sama loynital til øll tíni gjaldskort í Betri Banka, og tað kostar ikki eyka. Um tú gloymir kotuna sæst hon á Netbankanum. Trýst á Valmynd, síðani Míni kort. Trýst á kortið og síðani Vís PIN-kotu. 
  • Loynitalið er persónligt. Lat ongan annan kenna tað. Halt hondina yvir, tá tú trýstir loynitalið inn í sjálvtøkum. Tað hendir, at sníkar seta evarska lítil myndatól inn í erva á sjálvtøkuni og soleiðis fáa atgongd til títt loynital.
  • Nýt ongantíð loynitalið sum loynital ella atgongdarkotu til aðrar skipanir. 
  • Í útheiminum mást tú bert brúka loynitalið í peningasjálvtøkum, gjaldsjálvtøkum og handlum, har lýst verður við kortmerkinum
  • Kanna upphæddina áðrenn tú rindar við kortinum, og skriva ikki undir nakra kvittan, fyrr enn tann samlaða upphæddin er skrivað
  • Minst til tína kvittan, og goym hana at hava til eftirlit seinni
  • Er kortið burturmist, ella hevur tú illgruna um, at kortið verður misbrúkt, skal tað fráboðast Betri Banka ella Nets beinanvegin, so kortið verður sperrað.
    Til ber at sperra kortið á Netbankanum. Trýst á Valmynd, síðani Míni kort. Vel kortið, sum skal sperrast og trýst á Sperra kort.
Ferðast kort

Skalt tú uttanlands at ferðast? 

Fá nøkur góð ráð um gjaldskort og annað her

Keyp trygt á netinum

Tá ið tú keypir við gjaldskorti á netinum, verður tú biðin um at tøppa inn eitt 3D Secure loynital, ið er ein eyka trygd hjá tær, sum keypir á netinum. 3D Secure er eitt felags heiti fyri ”Verified by Visa”, ”Mastercard ID Check” og "Dankort Secure by Nets".

Alsamt fleiri nethandlar hava sett í verk 3D Secure til tess at fyribyrgja misnýtslu av gjaldskortum, og síðani januar 2017 hevur 3D Secure verið eitt krav, tá ið keypt verður við Dankorti á netinum. Hetta virkar á tann hátt, at mann fær eitt SMS-einnýtisloyniorð at tøppa inn, tá mann keypir við kortinum á netinum. 

Frá 12. februar 2024 er tað eisini eitt krav at hava eitt persónligt loyniorð afturat SMS-einnýtisloyniorðinum.

Tá tú nýtir gjaldskortið í einum nethandli fyri fyrstu ferð aftaná 12. februar 2024, verður tú biðin um at stovna tær eitt persónligt loyniorð og skráseta títt telefonnummar. Hetta hendir, tá ið tú skalt góðkenna fyrsta keypið.

Tú verður bara biðin um at stovna loyniorðið og skráseta telefonnumarið eina ferð. Tó ber til at broyta bæði loyniorð og telefonnummar eftir tørvi. Gjaldskortið riggar annars sum vant. 

Loyniorðið skal stovnast á heimasíðuni hjá Nets á nets.eu/3dsfo.

Tú skalt brúka Samleikan til at stovna loyniorðið, og tú verður biðin um at stovna eitt loyniorð fyri hvørt gjaldskort. Til ber at hava sama loyniorð til fleiri kort.

Latið okkum hoyrast

Okkara endmál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.