
Betri Banki P/F
Her á síðuni fært tú eitt yvirlit yvir nevndir, roknskapir, frásagnir og avgerðir frá Finanstilsynet.
Roknskapir
Roknskapir
Ársfrásøgn 2024 / Annual Report 2024
Halvársfrásøgn / Interim Report 1H 2024
Tíðindaskriv
Tíðindaskriv 2024 (FO)
Halvársroknskapurin 2024
Váðafrágreiðingar
Váðafrágreiðing 2024 (FO) / Risk Report 2024 (EN) / Additional Pillar III disclosures 2024
Betri Banki Additional Pillar III Disclosures H1 2024

Nevnd
Nevndin er hægsta fyrisitingarliga leiðsla bankans. Hon setir og loysir úr starvi stjórn og innanhýsis grannskoðara.
Nevndin telur níggju limir, harav tríggir eru starvsfólkavald umboð.
Aðalfundarvaldu umboðini verða vald á ársaðalfundinum, og valskeiðið er tvey ár. Starvsfólkavaldu umboðini tóku sæti í apríl 2023, og valskeiðið er fýra ár.
Nevndin í bankanum hevur í felag førleikar viðvíkjandi
- virkisgrundarlagnum og viðurskiftum, sum knýta seg at hesum
- váðaviðurskiftum, herímillum kreditt-, marknaðar-, gjaldføris-, rakstrar- og tryggingarváða, tvørgangandi váðar og annars viðurskifti, sum knýta seg at hesum
- fíggjarætlanum, umframt roknskapar- og grannskoðanarviðurskiftum
- kapitalviðurskiftum, har ímillum kapitaldekningi og solvenstørvi
- vanligum leiðsluroyndum
- leiðsluroyndum frá øðrum fíggjarligum virksemi
- kunnleika til føroyskt vinnulív
- løgfrøðiligum innliti, herímillum lóggávu knýttari at fíggjarligum virksemi.
Útbúgving til nevnd og stjórn
Betri Banki leggur sær nær, at nevnd og stjórn bankans eru væl útbúnar at røkja sínar skyldur, og setur tí fíggjarliga orku av til at byrjanar- og eftirútbúgva nevnd og stjórn.
Tey seinastu árini hava nevnd og stjórn nomið sær útbúgving frá Copenhagen Business School í Keypmannahavn/Finanssektorens Uddannelsescenter í Skanderborg.
Leiðsluskipan
Betri Banki hevur fylgjandi leiðsluskipan, samsvarandi lóg um fíggjarligt virksemi § 80 c, stk. 2, sum tryggjar, at leiðslan í bankanum er munagóð og varin.
Nevnd og stjórn mynda leiðsluna í bankanum.
Bankin er skipaður í deildir, sum allar hava ein deildarleiðara. Í summum av stóru deildunum eru harafturat ein ella fleiri bólkaleiðarar, sum vísa til viðkomandi deildarleiðara.
Bankin hevur innanhýsis mannagongdir fyri tey øki, sum tað er viðkomandi at hava innanhýsis mannagongdir um.
Nevndin samtykkir politikkir, sum skulu leiðbeina stjórnini, og virkisgongdir, sum viðvíkja ella broyta yvirskipaða strategi, politikk og málsetning hjá felagnum. Virkisgongdir, sum nevndin skal góðkenna, skulu altíð góðkennast av stjórn, áðrenn tær verða lagdar fyri nevndina.
Ábyrgdarhavandi fyri einstaka virkisøkið góðkennir virkisgongdir, sum ikki viðvíkja ella broyta yvirskipaða strategi, politikk og málsetning hjá bankanum. Ein neyðugur skilnaður er millum leiðslustig og compliance-ábyrgdaran. Compliance-ábyrgdarin hevur javnan eftirlit við, um bankin fylgir innanhýsis mannagongdunum.
Risk management er skipað sum sjálvstøðug eind og vísir beinleiðis til stjórn og nevnd.
Víst verður harafturat til leiðslukunngerðina, sum bankin er fevndur av. Leiðslukunngerðin livir upp til krøvini í lóg um fíggjarligt virksemi § 80 c, stk. 2. Bankin lýkur krøvini í leiðslukunngerðini og lýkur sostatt somuleiðis krøvini í § 80 c, stk. 2.

Flemming B. Nielsen
Nevndarformaður
Aðalfundarvaldur
Óheftur nevndarlimur
Føddur: 1959
Onnur leiðslustørv
- Middelfart Sparekasse, nevndarformaður
Førleikar
Royndir frá dagligum rakstri av fíggjarligum stovnum, m.a. sum stjóri í peningastovnum í Danmark

Evy J. Jacobsen
Næstforkvinna
Aðalfundarvald
Heftur nevndarlimur
Fødd 1973
Onnur leiðslustørv
- Betri Pensjón P/F, næstforkvinna
- Betri Trygging P/F, nevndarlimur
- Ognarfelag Tryggingartakaranna f.v.a.á, forstjóri
- Betri P/F, stjóri
- Betri Íløgur Sp/F
Førleikar
Royndir frá dagligum rakstri av fíggjarligum haldfeløgum og frá rakstri av vinnufyritøkum og frá nevndararbeiði í føroyskum virkjum

Ivan Christiansen
Aðalfundarvaldur
Óheftur nevndarlimur
Føddur 1953
Onnur leiðslustørv
- Einki
Førleikar
Royndir frá dagligum rakstri av fíggjarligum stovnum, m.a. sum stjóri í peningastovni í Danmark og frá nevndararbeiði í fíggjarliga geiranum, millum annað í tryggingarfelagi

Jens Johan Dam
Aðalfundarvaldur
Heftur nevndarlimur
Føddur 1967
Onnur leiðslustørv
- Ognarfelag Tryggingartakaranna, nevndarformaður
- Betri P/F, nevndarformaður
Førleikar
Royndir sum grannskoðari av eitt nú stovnsroknskapum og byggiverkætlanum umframt arbeiðið við kt-trygd, kt-grannskoðan og váðametingum.

Marion á Lakjuni
Aðalfundarvald
Óheftur nevndarlimur
Fødd 1973
Onnur leiðslustørv
- Agnar á Dul Sp/F, skrásett grannskoðaravirki, stjóri
Førleikar
Royndir frá dagligum rakstri av grannskoðarafyritøku og frá nevndararbeiði í tryggingarfelag og øðrum nevndararbeiði

Janet Fríða Johannesen
Aðalfundarvald
Óheftur nevndarlimur
Fødd 1962
Onnur leiðslustørv
- J.F. Holding Sp/F, stjóri
- Atlanticon Sp/F, stjóri
Førleikar
Royndir frá dagligum rakstri av vinnufyritøkum og frá nevndararbeiði í føroyskum virkjum og almennum stýrum og ráðum

Sverri Mohr Edvinsson
Starvsfólkavaldur
Heftur nevndarlimur
Føddur 1965
Onnur leiðslustørv
- Einki

Ann Gvøðny Dánialsdóttir
Starvsfólkavald
Heftur nevndarlimur
Fødd 1983
Onnur leiðslustørv
- Einki

Tanja Marnadóttir Ósá
Starvsfólkavald
Heftur nevndarlimur
Fødd 1986
Onnur leiðslustørv
- Einki
Stjórn

Jean Djurhuus
Forstjóri | 348680 | banki@betri.fo

Olav Guttesen
Stjóri | 348181 | banki@betri.fo
Váðanevnd
- Flemming B. Nielsen, formaður
- Evy Jacobsen
- Janet F. Johannesen
Kommissorium for Risikoudvalget
Grannskoðanarnevnd
- Ivan Christiansen, formaður
- Jens Johan Dam
- Marion á Lakjuni
Kommissorium for Revisionsudvalget
Tilnevningarnevnd
- Flemming B. Nielsen, formaður
- Evy Jacobsen
- Jens Johan Dam
Kommissorium for Nomineringsudvalget
Samsýningarnevnd
- Flemming B. Nielsen, formaður
- Jens Johan Dam
- Marion á Lakjuni
- Sverri Mohr Edvinsson