Sperra ella virkja kort

Her á síðuni finnur tú vegleiðingar um, hvussu tú kanst sperra og virkja títt gjaldskort.

5. element

Soleiðis gert tú kortið virkið

Títt kundanummar er virkjanarnummarið, tá tú skalt virkja gjaldskortið. Fyri at virkja kortið skalt tú brúka null og síðani fýra tey síðstu tølini í tínum kundanummari sum virkjanarnummar – t.e. samanlagt fimm tøl.

  1. Finn títt kundanummar í Netbankanum ella í appini. 

Í Netbankanum: Í valmyndini til vinstru skalt tú trýsta á "Uppseting" niðast, síðan á "Brúkaraupplýsingar". Kundanummarið stendur í næstovasta kassa.

Í appini: Trýst á valmyndina niðast til høgru, síðan á "Brúkaraupplýsingar". Kundanummarið stendur ovast undir tínum navni.

Fært tú kontuavrit sendandi við posti, stendur kundanummarið á kontuavritum.

  1. Ring til Nets kortvirkjan - telefonnummar +45 44 89 73 50 
  2. Trýst kortnummarið við 16 tølum, sum stendur á forsíðuni á kortinum, og enda við # 
  3. Trýst virkjanarnummarið, sum er 0 + fýra tey seinastu tølini í tínum kundanummari og enda við #  

Eftir hetta fært tú boðini: "Kortet er nu aktiveret".

Ivast tú?

Set teg í samband við okkum og finn út av, hvat letur seg gera hjá tær fíggjarliga og kom eitt fet nærri tínum dreymum. Vit hava drúgvar royndir við at hjálpa øðrum í somu støðu.