Netbankin

Alsamt fleiri tænastur eru nú á netinum. Eisini hjá bankanum. Her á síðuni kanst tú lesa um fyrimunirnar við at brúka Netbankan. Ert tú í iva um, hvussu tú ber teg at við at fáa Netbankan, eru vit til reiðar at hjálpa.

Hevur tú skund?

Hevur tú tað allar best, tá tú ikki skalt standa í bíðirøð, bíða í telefonini ella yvirhøvur bara bíða, til latið verður upp? So er Netbankin heilt víst nakað fyri teg. 

Við Netbankanum skalt tú ikki bíða eftir nøkrum. Tú hevur altíð atgongd til tínar kontur á teldu, teldli ella fartelefon og kanst gjalda rokningar, gera flytingar, handla virðisbrøv, sperra gjaldskort v.m., tá tú vilt. Netbankaappin er ment og tillagað til ávikavist iOS, Android og Windows.

 

 

Á Netbankanum ber millum annað til at:

  • síggja kontuyvirlit
  • síggja tína pinkotu
  • undirskriva skjøl talgilt
  • fáa boð, tá tú fært løn o.a.
  • síggja yvirlit yvir samlaða restskuld á láni
  • síggja framtíðar gjaldingar
  • gera flytingar her heima, millum tínar kontur og flytingar uttanlands
  • gera virðisbrævahandlar og fylgja við tínum íløgum
  • gjalda rokningar
  • gera fíggjarætlan
  • sperra og virkja tíni gjaldskort

Sí annars kostnaðir fyri at gera flytingar o.a. í Netbankanum her.

Stovna Netbanka

5. element

Vegleiðingar til Netbankan

Tørvar tær hjálp til at brúka Netbankan? Vit hava gjørt nakrar vegleiðingar til tær mest vanligu funkurnar í Netbankanum.

Sí vegleiðingar

Uttanlandsflytingar

Í Betri Banka vilja vit gera tað lætt, trygt og skjótt hjá tær at gera uttanlandsflytingar.

Sí vegleiðingar

Lummin

Lummi er ein app til 7 ára gomul børn og eldri, sum gevur barninum eitt greitt yvirlit yvir sína Nýtslukontu og Uppsparingarkontu. Appin hevur avmarkingar, sum gera, at tað ikki ber til at flyta pening við appini. 

Ert tú 13 ár ella eldri, kanst tú fáa Netbanka.

Fá Lumma appina

Lumma appin
Lesandi

Halt skil á pengunum - ger eina fíggjarætlan

Við eini fíggjarætlan fært tú yvirlit yvir inntøkur og útreiðslur, og tá gerst lættari at leggja gerandisdagin til rættis og spara saman til framtíðar dreymar. Vit hava ein roknara til júst hetta.

Ger fíggjarætlan

Latið okkum hoyrast

Okkara endamál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.