Burðardygd

Vit hava gjørt tað bíligari hjá tær at velja burðardygd. Vit hava ment ein roknara, har tú kanst kanna, hvussu nógv tú sparir við at gera burðardyggar umvælingar. Samstundis er rentan væl lægri, tá tú velur burðardygd.

Hjá okkum er tað bíligari at vera burðardyggur

Vit hava gjørt tað bíligari hjá tær at velja burðardygd, og tí eru renturnar á Orkuláni, Grønum bústaðarláni og Grønum billáni væl lægri enn á vanligum lánum.

Bygging

Orkulán

Orkulánið hevur lægri rentu enn onnur lán til bústaðin, og er ætlað tær, sum vil gera umbyggingar og betringar í bústaðnum.

Les meira

Fyrsta hús

Grønt bústaðarlán

Er bústaðurin hitaður við varandi orku, so sum jarðhita, fjarhita ella hitapumpu, er Grøna bústaðarlánið ein góð og bíligari loysn, tí rentan er eitt vet lægri enn á Bústaðarláninum.

Les meira

Elbilur

Grønt billán

Umhugsar tú at keypa nýggjan bil? Vit bjóða eitt serligt Grønt billán við lægri rentu, um tú keypir ein umhvørvisvinaligan bil. Minst til at íroknað trygging, vegskatt og el nýtslu í samlaða kostnaðinum.

Les meira

Vit vilja verða CO2 neutral


Tað eru ikki nógv ár síðan vit av álvara byrjaði at hugsa um burðardygd og taka ábyrgd fyri okkara útlát og hvussu hetta ávirkar okkara samfelag og umhvørvið. Vit gjørdu tó skjótt av, at hetta skuldi vera kjarnan í okkara virksemi framyvir.

Í 2020 gjørdust vit partur av felagsskapinum Burðardygt Vinnulív, sum hevur til endamáls at menna burðardyggar mannagongdir í føroysku vinnuni og stuðla upp undir arbeiðið við at røkka heimsmálunum hjá ST um burðardygga menning. 

Tað, vit fyrst og fremst løgdu okkum eftir, var at skilja okkara egna útlát, og hvussu vit kunnu minimera okkara útlát og neiligu ávirkan á umhvørvið. Vit eru væl áveg, og hava sostatt eitt enn betri grundarlag fyri at hjálpa okkara kundum at gerast meira burðardygg. 
ESG tøl / ESG figures
ESG vegleiðing

Limirnir í Burðardygt Vinnulív hava gjørt eina vegleiðing, sum vónandi kann vera við til at hjálpa føroyskum fyritøkum at skráseta ESG tøl.

Les ESG vegleiðingina

ESG Reporting Guide

Betri Samfelagstilvit

Feløgini í Betri Samtakinum hava gjørt eina ítøkiliga ætlan fyri, hvussu vit náa okkara burðardyggu málum.

Les frágreiðingina, Samfelagstilvit 2022

Les frágreiðingina, Samfelagstilvit 2021

Latið okkum hoyrast

Okkara endmál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.