Uttanlandsflytingar
Í Betri Banka vilja vit gera tað lætt, trygt og skjótt hjá tær at gera uttanlandsflytingar. Tú kanst antin velja at gera uttanlandsflyting umvegis Netbankan ella við at senda umbøn við telduposti.

Soleiðis sært tú títt IBAN nummar og SWIFT/BIC kotuna hjá bankanum
Tú sært IBAN nummarið á tínari kontu í Netbankanum; trýst á teir tríggjar prikkarnar út frá tí kontuni, tú ynskir at finna títt IBAN nummar til. Vel síðani ‘Kontotreytir’ og her finnur tú IBAN nummarið.
Í Betri Banka er SWIFT/BIC kotan EIKBFOTF.
Gjaldoyraroknari |
Ivast tú?
Set teg í samband við okkum og finn út av, hvat letur seg gera hjá tær fíggjarliga og kom eitt fet nærri tínum dreymum. Vit hava drúgvar royndir við at hjálpa øðrum í somu støðu.