Fyrsta hús

Lán til bústað

Í Betri Banka hava vit ymisk lán til ymiskan tørv. Í okkara ráðgeving taka vit hædd fyri øllum viðurskiftum og hjálpa tær at finna fíggjarliga javnvág millum tíni bústaðarynski og alt annað, tú eisini droymir um.

Í okkara ráðgeving taka vit hædd fyri øllum viðurskiftum og hjálpa tær at finna fíggjarligan javnvág millum tíni bústaðarynski og alt annað, tú eisini droymir um. 

Vit bjóða

  1. grønt bústaðarlán
  2. bústaðarlán
  3. realkredittlán
  4. orkulán
  5. lán til grundstykki
  6. lán til bygging.

Lykilin til dreymin byrjar við einum práti.

Latið so okkum hoyrast. 

Ung flyta saman

Skalt tú byggja ella umvæla bústaðin?

Vit bjóða lán við góðum treytum og rentum. 

Les meira her

Byggja
Fyrireika teg

Soleiðis fyrireikar tú teg

  • Skriva ein ítøkiligan ynskilista. Hugsa um núverandi og framtíðar tørv; um stødd á bústaði, rúm, staðseting, hæddir, aldur, slag av bústaði, stíl o.a.
  • Royn roknaran, og fá eina vegleiðandi bústaðarútrokning.
  • Ger eina fíggjarætlan við inntøkum og útreiðslum.
  • Práta við okkum um tínar møguleikar. Fá fíggjarligt yvirlit og góð ráð um tína fíggjarstøðu.
  • Nú kennir tú tín fíggjarkarm, og kanst tí lættari velja hóskandi bústað.
  • Vend aftur til tín ráðgeva, tá tú hevur funnið ein bústað, tú vilt bjóða uppá, og fá tilsøgn um fígging.

Sí ognir til sølu hjá        Betri Heimi

betriheim.fo

Fleiri fíggingarmøguleikar

Í Betri Banka bjóða vit ymisk sløg av fígging til bústaðarkeypið. Tú kanst velja Grønt bústaðarlán, Bústaðarlán ella Realkredittlán. Tíni fíggjarviðurskifti, so sum eginpeningur, samlað skuld, gjaldsvilji og gjaldsevni eru avgerandi viðurskifti, sum vit hyggja eftir, tá tín umsókn um lán verður viðgjørd.

Tú skal serliga hugsa um, hvørt tú ynskir fasta ella broytiliga rentu. Velur tú ta føstu, kennir tú rentuna alt tíðarskeiðið. Velur tú ta broytiligu, kann rentan sveiggja í lánitíðarskeiðinum. 

Grønt bústaðarlán

Er bústaðurin hitaður við varandi orku, so sum jarðhita, fjarhita ella hitapumpu, er Grøna bústaðarlánið ein góð og bíligari loysn, tí rentan er eitt vet lægri enn á Bústaðarláninum. 

Lánið hevur broytiliga rentu og fasta afturgjaldstíð. 

Grønt bústaðarlán er somuleiðis óbundið á tann hátt, at tú til eina og hvørja tíð kanst gjalda meira til lánið, um tú hevur møguleika fyri tí. Hinvegin er tað eisini gjørligt at søkja um avdráttarskáa upp í 2 ár og í serligum føri upp í 5 ár. Rentur verða tó goldnar í skáatíðini. 

Treytin fyri at fáa Grønt bústaðarlán er, at tú býrt á matrikklinum, og at bygningurin verður hitaður við varandi orku. Harafturat skalt tú í minsta lagi hava 10 prosent í eginpeningi. Tá tú lýkur hesar treytir, ber til at søkja um rentustuðul frá TAKS.

Lánssamansetingin er vanliga í tveimum. Upp í 80 prosent av keypsvirðinum kann fíggjast sum Grønt bústaðarlán, meðan restin verður fíggjað við hægri rentu. Afturgjaldstíðin er í mesta lagi:

  • 30 ár fyri Grønt bústsaðarlán við lægri rentu
  • 20 ár fyri rest við hægri rentu 

Sí kostnaðin fyri at stovna Grønt bústaðarlán

Sí rentutalvu her

 

Fyrimunir við Grønum bústaðarláni

  • Lægri renta
  • Broytilig renta
  • Afturgjaldstíð upp í 30 ár

Bústaðarlán 

Skalt tú keypa hús ella íbúð, hevur tú møguleika at fáa eitt Bústaðarlán.

Lánið hevur broytiliga rentu og fasta afturgjaldstíð upp í 30 ár.

Broytilig renta merkir, at mánaðarliga gjaldið kann broytast í lánitíðarskeiðnum, um rentan á fíggjarmarknaðinum hækkar ella lækkar.

Bústaðarlánið er óbundið, skilt á tann hátt, at tú til eina og hvørja tíð kanst gjalda meira til lánið, um tú hevur møguleika fyri tí. Soleiðis ber til at minka um skuldina skjótari. Hinvegin ber eisini til at søkja um avdráttarskáa upp í 2 ár, og í serligum føri upp í 5 ár.  

Treytin fyri at fáa Bústaðarlán er, at tú í minsta lagi hevur 10 prosent í eginpeningi.

Sí kostnaðin fyri at stovna Bústaðarlán her

Sí rentutalvu her

Er talan um lán til egnan bústað, og ikki summarhús ella annað, kanst tú søkja um rentustuðul frá TAKS. Treytin fyri at fáa rentustuðul er, at tú býrt á matrikklinum.



Fyrimunir við Bústaðarláni

  • Broytilig renta
  • Afturgjaldstíð upp í 30 ár
  • Møguleiki fyri avdráttarskáa
Markets

Realkredittlán

Í sambandi við bústaðarkeyp bjóða vit Realkredittlán við fastari ella broytiligari rentu. Afturat rentuni er eitt bidrag, sum er broytiligt. Hvat fyri lán, tú velur, veldst um fíggjarstøðu og váðafýsni.

Realkredittlán eru skrásett á virðisbrævamarknaðum og verða harvið handlaði til eitt ávíst virði ella kurs, sum verður sett eftir útboði og eftirspurningi.

Afturgjaldstíðin á Realkredittláni kann vera upp í 30 ár við møguleika fyri avdráttarskáa. 

Betri Banki bjóðar Realkredittlán í samstarvi við danska realkredittfelagið, Jyske Realkredit.

Realkredittlán við broytiligari rentu

Hevur tú nóg stórt fíggjarligt rásarúm til at klára møgulig sveiggj á rentumarknaðinum, kanst tú umhugsa at velja eitt lán við broytiligari rentu. 

Tá tú velur Realkredittlán við broytiligari rentu, skalt tú velja eitt áramál, har rentan verður fastløst. Rentan kann læsast í 2 til 6 ár, og vanliga er hon lægri enn á einum láni við fastari rentu. Tá tíðarskeiðið er runnið, verður rentan fastløst í eitt nýtt tíðarskeið, ella tú kanst velja at leggja lánið um. 

Hvørja ferð rentan verður fastsett, verður mánaðarliga gjaldið roknað av nýggjum, og kann tá hækka ella lækka. 

Realkredittlán við broytiligari rentu er best egnað til tín, sum ynskir eitt lægri mánaðarligt lánsgjald, men sum eisini hevur fíggjarligt rásarúm til at tola eina rentuhækking.

Fyri at fáa Realkredittlán krevst ein kredittmeting og støðulýsing av ognini. Realkredittlán kann fíggja upp til 80 prosent av bústaðarvirðinum.

Sí kostnaðir fyri Realkredittlán her

Fyrimunir við broytiligari rentu:

  • lægri renta enn onnur bústaðarlán
  • møguligt at velja fasta rentu í 2-6 ár

Realkredittlán við fastari rentu

Velur tú Realkredittlán við fastari rentu, hevur tú trygd fyri, at rentan ikki broytist í lánitíðarskeiðinum. Rentan verður fastsett upp í 30 ár. Afturfyri er rentan vanliga hægri enn á lánum við broytiligari rentu.

Tú hevur altíð møguleika at leggja Realkredittlánið við fastari rentu um til annað lán. Tú skalt bert minnast til at siga frá tveir mánaðir áðrenn gjaldsdag (termin).

Fyri Realkredittlán er galdandi, at ein kredittmeting og støðulýsing av ognini krevst, áðrenn lán verður veitt. 

Realkredittlán kann fíggja upp í 80 prosent av bústaðarvirðinum.

Sí kostnaðir fyri Realkredittlán her

Fyrimunir við fastari rentu:

  • Tú kennir rentuna alt tíðarskeiðið
  • Tú kanst skifta til annað slag av láni, um tú sigur frá tveir mánaðir áðrenn næsta gjaldsdag
  • Møguleiki fyri kursvinningi við umlegging av láni

Tryggið hvønn annan

Um tit eru tvey, sum ætla at keypa bústað saman, mæla vit til, at tit tekna hvør sína Restskuldartrygging. Tá tryggja tit tykkum, at partur av skuldini verður goldin, um annar tykkara doyr áðrenn viðkomandi fyllir 67 ár.                                                                        Tú hevur møguleika at tryggja teg sjálvan og/ella makan. Tá tú tryggjar makan verður tryggingarupphæddin útgoldin eftir, at búgvið er gjørt upp, og økir sostatt ikki virðið á ognini, sum møguliga skal skiftast við arvingar.                                                                                                                        Treytin fyri at tekna eina Restskuldartrygging er, at bústaðarlánið er í Betri Banka. Tryggingarupphæddin kann vera upp til 2.000.000 krónur. 

Latið okkum hoyrast

Okkara endmál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.