5. element

Upplatingartíðir og sjálvtøkur

Her á síðuni sært tú, nær vit hava opið, og hvar okkara sjálvtøkur eru, umframt nær freistir eru fyri flytingar í samband við høgtíðir.

Leitar tú eftir tínum ráðgeva?

Á Netbankanum kanst tú lætt og trygt samskifta við okkum. 

Tú ert eisini vælkomin at ringja til okkara á 348 000 – vit hava opið mánadag til fríggjadag, millum klokkan 10 og 15.

Upplatingartíðir

 
Ring til okkara á telefon 348 000

Vit hava opið hvønn gerandisdag.

Kundatænastan svarar telefonum frá klokkan 10 til 15.

Deildin í miðbýnum í Havn hevur opið frá klokkan 12 til 15.

Deildin Yviri við Strond 2 í Havn hevur opið frá klokkan 9:30 til 16.

Deildirnar í Saltangará, Klaksvík, Miðvági og á Tvøroyri hava opið frá klokkan 10 til 15.

Deildin á Sandi hevur opið mikudagar frá klokkan 12 til 15.

Sjálvtøkur

Vit hava 8 sjálvtøkur kring landið:

  • Á deildini í miðbýnum í Tórshavn (her ber til at taka evrur út)
  • Á deildini í Klaksvík
  • Á deildini í Miðvági (her ber til at taka evrur út)
  • Á deildini í Saltangará (her ber til at taka evrur út)
  • Á deildini á Sandi
  • Á deildini á Tvøroyri
  • Við Norðskála, uttanfyri handilin Brá
  • Í Vestmanna, Bakkavegur 8

Freistir fyri flytingar áðrenn ólavsøku

Her sært tú, hvørjar freistir eru galdandi, um tú skalt flyta lønir ella gera uttanlandsflytingar áðrenn ólavsøku.

Lønarflytingar

  • Lønir skulu flytast í seinasta lagi hósdagin 24. juli kl. 15.30, um tær skulu vera móttakaranum í hendi áðrenn ólavsøku.

Uttanlandsflytingar

  • Flytingar til/frá útlondum skulu avgreiðast í seinasta lagi fríggjadagin 25. juli kl. 13.00. 

Vanligar flytingar

  • Flyting til aðra kontu í Betri Banka: Fríggjadag 25. juli kl. 18.30
  • Flyting til kontu í øðrum peningastovni: Hósdag 24. juli kl. 18.30
  • Flyting sama dag: Fríggjadag 25. juli kl. 11
  • Skundflyting: Peningurin kemur á kontu hjá móttakara, stutt eftir at flytingin er gjørd.

Um tú vilt tryggja tær, at flytingin kemur á kontu hjá móttakara sum ætlað, er tað skilagott at gera flytingina í góðari tíð. 

Freistir fyri flytingar fyri jól og nýggjár

Her sært tú, hvørjar freistir eru galdandi fyri flytingar fyri jól og nýggjár.

Lønarflytingar fyri jól

  • Lønir, ið skulu vera á kontu hjá móttakara fyri jól: Mánadag 22. des. kl. 15.30

Lønarflytingar fyri nýggjár

  • Lønir, ið skulu vera á kontu hjá móttakara fyri árslok: Mánadag 29. des. kl. 15.30

Vanligar flytingar fyri jól

  • Flyting til aðra kontu í Betri Banka: Týsdag 23. des. kl. 18.30
  • Flyting til kontu í øðrum peningastovni: Mánadag 22. des. kl. 18.30
  • Flyting sama dag: Týsdag 23. des. kl. 11
  • Skundflyting: Peningurin kemur á kontu hjá móttakara, stutt eftir at flytingin er gjørd.

Um tú vilt tryggja tær, at flytingin kemur á kontu hjá móttakara sum ætlað, er tað skilagott at gera flytingina í góðari tíð.

Vanligar flytingar fyri nýggjár

  • Flyting til aðra kontu í Betri Banka: Týsdag 30. des. kl. 18.30
  • Flyting til kontu í øðrum peningastovni: Mánadag 29. des. kl. 18.30
  • Flyting sama dag: Týsdag 30. des. kl. 11
  • Skundflyting: Peningurin kemur á kontu hjá móttakara, stutt eftir at flytingin er gjørd.

Um tú vilt tryggja tær, at flytingin kemur á kontu hjá móttakara sum ætlað, er skilagott at gera flytingina í góðari tíð.

Uttanlandsflytingar fyri jól

  • Flytingar til/frá útlondum fyri jól: Týsdag 23. des. kl. 13

Uttanlandsflytingar fyri nýggjár

  • Flytingar til/frá útlondum fyri nýggjár: Týsdag 30. des. kl. 13
 

Latið okkum hoyrast

Okkara endamál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.