Umboðsráðsvalið 2024
Í Umboðsráðnum kanst tú gera tína ávirkan galdandi í Betri. Betri er eitt felag, vit eiga í felag, og tryggingartakararnir í Betri Trygging hava rættin at stilla upp til Umboðsráðsvalið.
Hví velja vit til Umboðsráðið?
Ognarfelag Tryggingartakaranna er eitt limafelag við avmarkaðari ábyrgd. Ert tú tryggingartakari hjá Betri Trygging og hevur fastan bústað ella heimstað í Føroyum, so ert tú limur í felagnum. Og so hevur tú rætt til annaðhvørt at stilla upp ella at velja títt umboð í felagnum.
Val til Umboðsráðið er annaðhvørt ár.
Treytir hjá valevnum
Fyri at kunna stilla upp til Umboðsráðið, skalt tú:
- Hava fastan bústað ella arbeiði í Føroyum.
- Vera myndug/ur og hava ræði á búgvi tínum og hava vanligt umdømi, ið ikki ger teg óegnaða/n ella óverduga/n at vera umboðsfólk.
- Ikki hava fráboðað gjaldssteðg, hava biðið um neyðskuldarsemju, trotabúviðgerð ella skuldarumskipan.
- Ikki vera undir gjaldssteðgi, trotabúsviðgerð, skuldarumskipan ella neyðskuldarsemju.
- Ikki vera dømd/ur fyri brot á revsilógina ella lóggávuna um fíggjarligt virksemi ella hava framt onnur lógarbrot og harvið skaða títt umdømið, sum síðan ger teg óverda/n at vera umboðsfólk.
- Lúka treytirnar fyri atkvøðurætti (sí undir treytir hjá veljarum.)
Harumframt kunnu núverandi og fyrrverandi stjórar, starvsfólk í felagnum og dótturfeløgum og teirra hjúnafelagar ella sambúgvar ikki veljast sum umboðsfólk. Tó kunnu fyrrverandi starvsfólk, tá ið 7 ár eru liðin, síðani hesi fóru úr starvi, veljast til umboðsfólk. Eingin kann virka sum umboðsfólk, um tey eru sett í starv ella arbeiða fyri virkið, sum er kappingarneyti hjá felagnum og tess dótturfeløgum.
Treytir hjá veljarum
Fyri at kunna velja til Umboðsráðsvalið, skalt tú hava verið limur í felagnum síðani seinasta 1. juli fyri valið.
Hevur tú atkvøðurætt, hevur tú minst eina atkvøðu og í mesta lagi 10 atkvøður fyri allar teknaðar tryggingar.
Hevur tú teknað trygging, har árliga tryggingargjaldið er minni enn kr. 50.000,-, hevur tú eina atkvøðu. Fyri hvørjar byrjaðar kr. 50.000,- í árligum tryggingargjaldi harafturat, fært tú 1 atkvøðu upp til í mesta lagi 10 atkvøður.
Partafeløg, smápartafeløg, íognarfeløg, feløg, stovnar og aðrir juridiskir persónar kunnu lata atkvøðu við formanni teirra, stjóra, leiðara ella umboðsstjóra.
Spurningar og svar
Hvar fer valið fram?
Hvat ger Umboðsráðið?
Harumframt kann Umboðsráðið gera av, at tað á hvørjum ári eisini verða hildnir aðrir regluligir umboðsráðsfundir, har m.a. yvirskipað strategisk átøk verða umrødd. Í ráðnum sita 35 limir, sum møtast til fund í mesta lagi seks ferðir um árið: Til ársaðalfundin á vári, til kunningarfund um hálvársroknskapin á heysti umframt fýra fundir um m.a. strategisk mál, virksemi og um samfelagsábyrgd felagsins.