Betri Banki P/F

Her síðuni fært tú eitt yvirlit yvir nevndir, roknskapir, frásagnir og avgerðir frá Finanstilsynet.

5. element

Roknskapir

2022
2021
2020
2019
2018
2017
2016
2015
2014
2013
2012

Nevnd

Nevndin er hægsta fyrisitingarliga leiðsla bankans. Hon setir og loysir úr starvi stjórn og innanhýsis grannskoðara.

Nevndin telur 9 limir, harav 3 eru starvsfólkavald umboð. Aðalfundarvaldu umboðini verða vald á ársaðalfundinum og valskeiðið er tvey ár. Starvsfólkavaldu umboðini tóku sæti í apríl 2019 og valskeiðið er fýra ár.

Nevndin í bankanum hevur í felag førleikar viðvíkjandi: 

  • Virkisgrundarlagnum og viðurskiftum, sum knýta seg at hesum 
  • Váðaviðurskiftum, herímillum kreditt-, marknaðar-, gjaldføris-, rakstrar- og tryggingarváða, og tvørgangandi váðar og annars viðurskifti, sum knýta seg at hesum 
  • Fíggjarætlanum, umframt roknskapar- og grannskoðanarviðurskiftum
  • Kapitalviðurskiftum, herímillum kapitaldekningi og solvenstørvi 
  • Vanligum leiðsluroyndum 
  • Leiðsluroyndum frá øðrum fíggjarligum virksemi 
  • Kunnleika til føroyskt vinnulív
  • Løgfrøðiligum innliti, herímillum lóggávu knýttari at fíggjarligum virksemi
Flemming B. Nielsen
Nevndarformaður

Aðalfundarvaldur

Óheftur nevndarlimur

Føddur: 1959 

Onnur leiðslustørv
  • Middelfart Sparekasse, nevndarformaður
Førleikar

Royndir frá dagligum rakstri av fíggjarligum stovnum, m.a. sum stjóri í peningastovnum í Danmark

Evy J. Jacobsen
Næstforkvinna

Aðalfundarvald

Heftur nevndarlimur

Fødd 1973

Onnur leiðslustørv
  • Betri Pensjón P/F, næstforkvinna
  • Betri Trygging P/F, nevndarlimur
  • Ognarfelagið Tryggingartakaranna f.v.a.á, forstjóri
  • Betri P/F, stjóri
  • Betri Íløgur Sp/F
Førleikar

Royndir frá dagligum rakstri av fíggjarligum haldfeløgum og frá rakstri av vinnufyritøkum og frá nevndararbeiði í føroyskum virkjum

Ivan Christiansen

Aðalfundarvaldur

Óheftur nevndarlimur

Føddur 1953

Onnur leiðslustørv
  • Thisted Forsikring A/S, nevndarformaður.
  • Thisted Forsikring F.M.B.A., nevndarformaður
Førleikar

Royndir frá dagligum rakstri av fíggjarligum stovnum, m.a. sum stjóri í peningastovni í Danmark og frá nevndararbeiði í fíggjarliga geiranum, herundir í tryggingarfelagi

Aslaug Gisladóttir

Aðalfundarvald

Heftur nevndarlimur

Fødd 1974

Onnur leiðslustørv
  • Ognarfelag Tryggingartakaranna, nevndarforkvinna
  • Betri P/F, nevndarforkvinna
  • AG Consult, stjóri
Førleikar

Royndir frá dagligum virksemi av interkommunalum stovnum, frá virksemi innan peningastovnar við atliti at lógar- og sektorkrøvum og frá nevndararbeiði hjá føroyskum virkjum

Marion á Lakjuni

Aðalfundarvald

Óheftur nevndarlimur

Fødd 1973

Onnur leiðslustørv
  • Agnar á Dul Sp/F, skrásett grannskoðaravirki, stjóri
Førleikar

Royndir frá dagligum rakstri av grannskoðarafyritøku og frá nevndararbeiði í tryggingarfelag og øðrum nevndararbeiði

Janet Fríða Johannesen

Aðalfundarvald

Óheftur nevndarlimur

Fødd 1962

Onnur leiðslustørv
  • J.F. Holding Sp/F, stjóri
  • Atlanticon Sp/F, stjóri
Førleikar

Royndir frá dagligum rakstri av vinnufyritøkum og frá nevndararbeiði í føroyskum virkjum og almennum stýrum og ráðum

Kristian Østergaard

Starvsfólkavaldur

Heftur nevndarlimur

Føddur 1974

Onnur leiðslustørv
  • Einki
Ann Gvøðny Dánialsdóttir

Starvsfólkavald

Heftur nevndarlimur

Fødd 1983

Onnur leiðslustørv
  • Einki
Margareth D. Djurhuus

Starvsfólkavald

Heftur nevndarlimur

Fødd 1974

Onnur leiðslustørv
  • Einki

Stjórn

Jean Djurhuus

Forstjóri

Olav Guttesen

Stjóri