Betri Samtakið

Vit eru Betri-samtakið

Betri er banki, trygging, pensjón og heim. 

Vit virka her í Føroyum – og tað hava vit altíð gjørt. Vit eru eitt felag, sum kundarnir eiga. Tí eru vit sum vit eru.

Okkara kundar hava eitt­ umboðsráð. Kundar kunnu stilla upp, og kundar velja hvør kemur inn í Umboðsráðið. Tað er demokratiskt. Umboðsráðið tekur millum annað avgerð um, hvussu vinningurin hjá feløgunum skal býtast. Allur vinningurin verður verandi í Føroyum. 

Vit stuðla nógvum­ verkætlanum. Onkrar eru stórar og rúma næstan 5.000 áskoðarum. Aðrar skapa trivnað, tryggleika og samanhald.

Eisini fáa kundarnir part av vinninginum – Limakrónur – hvørt ár.

Betri-samtakið veitir­ fíggjarligan­ tryggleika til okkara kundar og allar Føroyar. Nú og ­frameftir.

Vit eru Betri. Eitt felag, vit eiga í felag.

Soleiðis er Betri bygt upp

Betri er eitt felag, sum kundarnir eiga, og Betri er skipað sum eitt samtak við fýra dótturfeløgum. Hesi bæði tingini gera, at vit hava eitt tætt tilknýti og eitt sterkt samanhald.

Og hetta ger okkum so før fyri at gera tingini betri, enn tey vóru áðrenn: Betri fyri samfelagið, betri fyri okkum sum fyritøku og betri fyri teg sum kunda.

Betri gjøgnum árini

Vit virka her í Føroyum. Og tað hava vit altíð gjørt. Okkara røtur røkka ganga heilt aftur til 1832.

Betri gjøgnum árini

Fýra feløg – ein familja

Tey fýra dótturfeløgini eru Betri Banki, Betri Trygging, Betri Pensjón og Betri Heim. Hvørt felag hevur sína serligu styrki og sín heilt ítøkiliga leiklut. Men tey hava øll eitt í felag: Tey koma tær til hjálpar, uttan mun til hvar tú ert á lívsleiðini.