Hvørt ár bjóða Bassi og Bassilina øllum ein stuttligan dag við tónleiki, gykli og góðum løtum í Sørvági.
Kom við á Bassafestival í Sørvági hósdagin 12. juni frá klokkan 17 til 19.
Aftur í ár verður ársins festivalur karmur um ein spennandi dag, har børnini eru í miðdeplinum.
Bassi og Bassilina bjóða øllum børnunum ein gávupakka við onkrum leskiligum og einum túrakorti til hoppiborg, hestakaret, kanotúr, fiskibrunn og at gera sneisabreyð.
Framførslur verða við barnakórum úr Vágum, rokkbólkinum ANUA og gyklaranum Rógva.