Billán

Við billáni úr Betri Banka er tað bæði skjótt og ómakaleyst at keypa bil. Tá tú og tín ráðgevi hava fingið tíni fíggjarviðurskifti upp á pláss, fært tú pappírini at undirskriva, og peningurin verður útgoldin beinanvegin.

Taxasjafør

Tað kostar einki at vera fyrireikaður

Tað ræður um at bera skjótt at, tá rætti bilurin við rætta prísinum er har. Hevur tú fyrireikað teg væl frammanundan, veitst tú júst, hvussu nógv tú kanst keypa bil fyri. Soleiðis kanst tú fyrireika teg:

  1. Ger eina fíggjarætlan og fá yvirlit yvir tína fíggjarstøðu
  2. Royn roknaran, sum gevur eina ábending um, hvussu stórt mánaðarliga gjaldið verður
  3. Hugsa um, at tá tú hevur keypt bil, skalt tú framyvir eisini gjalda bensin, streym, vegskatt, trygging og viðlíkahald
  4. Práta við tín ráðgeva og fá fíggingina upp á pláss, so at tú ikki situr fyri meira, enn tín fíggjarstøða tolir
  5. Nú ert tú væl ílatin til at keypa dreymabilin

Bilkredittur

Um tú hevur stórt frívirði í bústaðnum og ætlar at keypa bil, ber til at fíggja bilin við Bilkreditti úr Betri Banka. Bilkreditturin verður stovnaður frammanundan, og gevur tær tí frælsi at taka av beinanvegin, tá tú hevur funnið bilin. Fært tú eina óvæntaða verkstaðsrokning, kann Bilkreditturin eisini brúkast til tað, ella hann kann virka sum ein uppsparing at keypa bil fyri seinni.

Bilkreditturin kann í mesta lagi vera 400.000 krónur. Harafturat verður kravt, at tú flytir eina fasta mánaðarliga upphædd inn á kredittin. Rentan á Bilkredittinum er broytilig.

Sí kostnaðir fyri Bilkreditt her

Ivast tú?

Set teg í samband við okkum og finn út av, hvat letur seg gera hjá tær fíggjarliga og kom eitt fet nærri tínum dreymum. Vit hava drúgvar royndir við at hjálpa øðrum í somu støðu.