Tá Realkredittlánið skal umleggjast
Tað kann vera torført at vita, nær og hví tú yvirhøvur skalt umhugsa at tillaga títt Realkredittlán. Okkara ráðgevar eru altíð til reiðar at hjálpa tær við tínum spurningum.

Hví broyta nakað?
Tað kunnu vera ymsar góðar orsøkir til at tillaga verandi lán. Tað kann vera, at tín fíggjarstøða er broytt soleiðis, at tú ynskir at framtíðartryggja tíni fíggjarviðurskifti við at fastlæsa rentuna í eitt styttri ella longri tíðarskeið. Kanska sært tú ein fíggjarligan vinning við at leggja lánið um? Uttan mun til, um tú ynskir at umleggja lán ella tillaga verandi, hjálpa vit tær at finna útav, nær tað loysir seg best at gera hvat.
Lán við broytiligari rentu
Um tú fíggjar tín bústað við Realkredittláni við broytiligari rentu, merkir tað, at rentan verður tillagað við avísum millumbilum og er føst í eitt ávíst áramál. Hetta ger, at tú kennir títt lánsgjald hetta tíðarskeiðið.
Áðrenn hvørja rentutillaging fært tú eitt bræv frá Betri Banka um, at nú kanst tú gera broytingar í tínum Realkredittláni. Tú tekur avgerð um, hvussu long tíð skal vera ímillum hvørja rentutillaging.
Lán við fastari rentu
Hevur tú fastrentulán, kanst tú gera tillagingar í sambandi við gjaldsdag, sum er fýra ferðir um árið. Tá ber til at gjalda eyka inn, broyta skáar ella umleggja lánið.
Nær skalt tú leggja lánið við fastari rentu um?
Tað kunnu vera fyrimunir við at umleggja lánið. Tú skalt bara vita, nær tað loysir seg best fyri teg, og hvørjir møguleikar eru. Leggur tú eitt nú lánið um, tá rentan er hækkandi, kanst tú uppgera títt gamla lán til ein lágan kurs. Harvið minkar skuldin, hóast mánaðarliga gjaldið kann vera hægri. Leggur tú hinvegin um, tá rentan er lækkandi, kanst tú uppgera títt gamla lán til kurs 100. Skuldin verður nøkunlunda tann sama, men mánaðarliga gjaldið er lægri.
Ivast tú?
Set teg í samband við okkum og finn út av, hvat letur seg gera hjá tær fíggjarliga og kom eitt fet nærri tínum dreymum. Vit hava drúgvar royndir við at hjálpa øðrum í somu støðu.