Tannáringar

Í Betri Banka bjóða vit tannáringum ymsar loysnir og tænastur, sum gera fíggjarliga góðan mun í gerandisdegnum. Les meira her á síðuni og fá greiðu á, hvørjar kontur, gjaldskort og annað rigga best til tín.

Gjaldskortið til tannáringin

Frá 7 ára aldri ber til at fáa eitt Mastercard Debit. Einasta kravið er ein játtan frá foreldrum ella verja. Kemur tú inn á eina av okkara deildum fært tú eisini ein kulan Puma ryggsekk, tá kortið er bílagt. 

Ein fyrimunur við Mastercard Debit kortinum er, at upphæddin, sum verður brúkt, verður afturhildin beinanvegin, og tí er lætt at hava yvirlit yvir, hvussu nógv er eftir á kontuni at brúka.

Mastercard Debit kann brúkast í handlum, á netinum og í sjálvtøkum kring allan heim. 

Les meira um brúkarareglur her

Les meira um reglugerð fyri mynd á títt gjaldskort her

Bílegg Mastercard Debit

Gott yvirlit við netbankanum

Tá tú hevur fingið títt fyrsta gjaldskort, hevur tað enn størri týdning, at tað er skjótt og ómakaleyst at fáa yvirlit yvir nýtslu og innistandandi. Hetta kann netbankin hjálpa við. 

Tá tú gerst 13 ár ber til at skifta Lumman út við netbankan. Tað krevur, at eitt foreldur ella verji bíleggur netbankan og skriva undir netbankaavtaluna. 

Á netbankanum er lætt at halda skil á nýtsluni - og tá gerst tað lættari at spara upp til okkurt tú ynskir tær. Samstundis kanst tú síggja pinkotuna til gjaldskortið, leggja gjaldskortið á Wallet á telefonini, virkja og sperra gjaldskortið, og gera flytingar. 

Legg til merkis, at netbankin til tannáringar ikki hevur atgongd til Íløgupallin, og tað ber ikki til at gera flytingar til útlond. Harumframt ber til at velja, um netbankin skal hava atgongd til skjalagoymsluna, og um tað skal bera til at síggja aðrar kontur enn Nýtslu- og Eftirlønarkontuna. Foreldur hava atgongd til netbankan hjá børnunum, til tey fylla 18 ár.

Stovna netbanka

Uppsparingarkonta

Tað er skilagott at halda peninganýtslu og uppsparing atskilt.

Vit mæla tær tí til at stovna eina Nýtslukontu til tína løn og lummapengar, og eina Uppsparingarkontu til uppsparingina.

Stovna Uppsparingarkontu

Góð ráð

  1. Stovna eina Nýtslukontu til løn og lummapengar
  2. Fá tær eitt Mastercard Debit, har keypini verða afturhildin beinanvegin, so tú kanst fylgja við nýtsluni og sært hvussu nógv er eftir at brúka
  3. Brúka Lumman ella Netbankan, so hevur tú altíð yvirlit yvir tína nýtslu
  4. Set ein part av lønini ella lummapengunum inn á eina Uppsparingarkontu hvønn mánað. So hevur tú eitt gott íkast til framtíðar keyp

Góð ráð um gjaldskort

  1. Minst til, at kotan er loynilig, og goym hana væl.
  2. Gloym ikki kotuna. Er hon torfør at minnast, kanst tú fáa ein pinkotu lepa í bankanum.
  3. Ikki brúka somu kotu á telefonini og telduni, sum á kortinum. 
  4. Kontan, sum er knýtt at kortinum er ein Nýtslukonta. Tí er skilagott at spara upp á aðrari kontu.
  5. Brúka Lumman ella Netbankan til at fylgja við nýtsluni.
  6. Ansa eftir magnetstrípuni á kortinum. Upplýsingarnar í magnetstrípuni kunnu oyðileggjast, um strípan kemur ov nær einum magnetfelti - eitt nú telefonini, magnetlási á tasku ella mappu.
Lumma appin

Skúlar á gátt

Skúlaflokkar eru vælkomnir á gátt til ein fyrilestur. Hetta kundi veri ein øðrvísi tími fyri næmingarnar. 

Vit halda javnan fyrilestrar fyri skúlaflokkum um nýtsluvanar, fíggjarætlan, netbankan, lønarseðlar, at skriva umsókn og CV, og at vera næmingur ella starvslesandi í Betri Banka.

Tú ert eisini vælkomin at koma við fyrispurningum um evni, sum ikki eru nevnd omanfyri, við at senda okkum ein teldupost á ung.banki@betri.fo

Latið okkum hoyrast

Okkara endmál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.