Sólorkutiltak

Vælkomin til eitt kunnandi tiltak um sólorkuverk, har vit fara at seta fokus á lógarkarmar, tekniskar treytir, royndir og møguleikar við sólorkuverkum í Føroyum. Melda til niðast á síðuni.

Tiltakið verður fríggjadagin 13. mars frá klokkan 14 til 15:30, á Tannlæknamiðstøðini á Óðinshædd 1 í Havn, sum var fyrsti stóri bygningur í Føroyum at fáa sólorku- og jarðhitaskipan.

Skráin fyri tiltakið:

  • Eirikur Hofgaard greiðir frá, hví tey fingu sær sólorku- og jarðhitaskipan á Tannlæknamiðstøðinim, og hvat tey hava fingið burturúr.
  • Palli Petersen, Umhvørvisstovan, greiðir frá um sólorku, hvussu tað virkar og regulatorisku karmarnar
  • Eydna Joensen, SEV, greiðir frá tekniskum krøvum við sólorkuverki og prísskipanina
  • Sjúrður Ferjá, orkuverkfrøðingur hjá Hiddenfjord, greiðir frá, hví Hiddenfjord hevur gjørt stórar íløgur í sólorkuskipanir, og hvat tey hava fingið burturúr.
  • Sjúrður Poulsen, deildarleiðari í Betri Banka, kemur at vísa sólorkuroknarin hjá Betri Banka, og geva góð ráð til at koma ígongd.

Kom á eitt áhugavert og upplýsandi tiltak um sólorkuverk, og fá eitt greiðari yvirlit og ítøkilig amboð til at meta um, um sólorka er rætta íløgan fyri tykkara fyritøku.

Melda til niðanfyri her á síðuni.

Tilmelding