18 ár – Hvat nú?

Tá tú fyllir 18 ár broytist nógv. Ein tann størsta broytingin er, at tú nú ert myndig/ur. Hetta letur fleiri nýggjar hurðar upp. Sum kundi hjá Ungdómsdeildini í Betri Banka merkir tað eisini, at tú fært fleiri møguleikar, sum tú kanst lesa meira um her á síðuni.

Glasir

Títt fyrsta bankaprát 

Tá tú sum 18 ára gamal hevur fingið fíggjarligan avgerðarrætt, fært tú størri fíggjarligt frælsi og eisini størri ábyrgd. Nú er tað tú - og bara tú, sum hevur ábyrgd av teimum avgerðum, tú tekur. Tí er tín 18 ára føðingardagur eisini eitt fínt høvi til at fáa sær góðar pengavanar, so at tú altíð hevur yvirlit yvir tína fíggjarstøðu og minnist til at brúka teir møguleikar, sum vit bjóða tær.

Tey næstu 5-10 árini eru hendingarík. Tú flytir møguliga heimanífrá, byrjar at lesa ella læra og fært møguliga eisini tína egnu familju. Nógvar av teimum stóru broytingunum í tínum lívi eru onkursvegna tengdar at tínum fíggjarlívi. Fyri at fáa sum mest burtur úr tíni inntøku hesa tíðina, loysir tað seg væl at hava okkum við á síðulinjuni. Tá syrgja vit í felag fyri, at tíni fíggjarviðurskifti eru gearaði til hesar broytingar.

Góð ráð um uppsparing

  1. Lær teg at spara upp og at brúka pengar á skilagóðan hátt- til dømis við at gera eina Fíggjarætlan saman við tínum Ungdómsráðgeva. 
  2. Set eina fasta upphædd inn á uppsparingarkontu um mánaðin. So hevur tú eitt gott íkast til framtíðar íløgur.

Soleiðis kann ein fíggjarætlan síggja út

Mikkjal er 19 ára gamal og er undir útbúgving. Hann gongur á miðnámi og arbeiðir nakrar tímar um vikuna á einari bensinstøð. Lønin er ikki altíð tann sama av tí, at Mikkjal ikki altíð arbeiðir líka nógv hvønn mánaða. Hann býr heima hjá foreldrunum og sleppur at lána bilin hjá teimum. 

Mikkjal vil gjarna eiga sín egna bil. Tí hevur hann sett sær sum mál at spara upp, so hann kann keypa ein bil innan tvey ár. Hann hevur sett eina fíggjaræltan upp, sum sær soleiðis út: 

Útreiðslurnar eru ikki nógvar, av tí, at hann býr heima, men hann hevur eitt hald til eina venjingarmiðstøð og Spotify. Tá ið Mikkjal var 18 ár teknaði hann sær eina Ungdómsvanlukkutrygging. Hann setur 50 krónur til síðis hvønn mánaða, so er tað lættari, tá rokningin skal gjaldast í januar. Harumframt raðfestir hann at seta meira inn á Uppsparingarkontuna, tá hann fær meira í løn.   

Fíggjarætlanin hevur givið Mikkjali yvirlit yvir inntøkur og útreiðslur, og hann veit akkurát hvussu nógv hann kann keypa fyri í kantinuni í skúlanum og aðrastaðni.

Inntøka

   Studningur 1.910 kr.
   Løn 2.500 kr.
Í alt 4.410 kr.
 
Fastar útreiðslur
   Venjingarmiðstøð   280 kr.
   Spotify
  99 kr.
   Ungdómsvanlukkutrygging
  50 kr.
   Uppsparing
  2.500 kr.
Í alt
  2.929 kr.
     
Eftir, tá alt er goldið
  1.481 kr.

Bústaðarkontan 

Við eini bústaðarkontu kanst tú spara upp til tín fyrsta bústað við eini hægri rentu. 
Tú fært eina gávu á 500 krónur á kontuna, tá tú stovnar eina Bústaðarkontu.

Stovna Bústaðarkontu

18 ára føðingardagsheilsan

At ringja til bankan er neyvan tað fyrsta, tú hugsar um, tá tú fyllir 18 ár. Tí senda vit tær eitt føðingardagskort á tínum 18 ára føðingardegi, har vit nýta høvi at bjóða tær inn til títt fyrsta prát við tín Ungdómsráðgeva. Tá tú kemur inn til prátið, hittir tú tín Ungdómsráðgeva, og tit práta eitt sindur um teg, títt lív og tínar framtíðardreymar. Í felag seta tit orð á tín fíggjartørv og seta saman tær tænastur í okkara Ungdómspakka, ið hóska best til tín.

Glasir

Ungdómspakkin

Tínir fyrimunir

Í Ungdómspakkanum hava vit savnað tær mest viðkomandi tænasturnar til ung millum 18 og 28 ár. Fleiri tænastur í Ungdómspakkanum eru æntin ókeypis ella hava serliga góðar treytir.

5. element

Tænastur

Ókeypis tænastur

Gjaldskort
Ungdómskundar kunnu fáa tvey kort ókeypis:

Netbanki
Netbankin og at gera flytingar við inngjaldskorti í Netbankanum er somuleiðis ókeypis

Aðrar ókeypis tænastur

Ung keypa bil

Fyrimunir

Avsláttur og lagaligar treytir eru galdandi, tá tú stovnar

Eisini ber til at fáa avsláttur av tryggingum.

Uppsparing

Legg tína framtíð til rættis

Nógvir fyrimunir eru við at leggja pengar til síðis. Ein føst upphædd hvønn mánað er eitt gott íkast, tá tú skalt keypa nýggja teldu, bil, ella bara spara upp til framtíðar bústaðin. Sjálvt smáar upphæddir gera stóran mun. 

Lesandi

Fíggjarætlan

Halt skil á pengunum. Ger eina fíggjarætlan

Hvat skal við í tína fíggjarætlan? Og hvørjar eru føstu útreiðslurnar? Ger tína egnu fíggjarætlan eftir okkara leisti, so hevur tú altíð yvirlit yvir samlaðu fíggjarstøðuna.

Ger eina Fíggjarætlan
Netflyting

Netbankin

Brúka Netbankan sum app

Við Netbankanum sum app ber til at avgreiða tey mest vanligu bankaørindini. Óansæð tíð og stað.

Kom í gongd her

Ivast tú?

Set teg í samband við okkum og finn út av, hvat letur seg gera hjá tær fíggjarliga og kom eitt fet nærri tínum dreymum. Vit hava drúgvar royndir við at hjálpa øðrum í somu støðu.