Kom við á Upplivingarveiðu, og ver við í veiðuni eftir hópin av vinningum
Kvøldið er skipað sum ein skattaveiða. Tú fært ábendingar sendandi umvegis SMS boð, sum leiða teg til ein ryggsekk. Vit hava goymt tríggjar ryggsekkir við ferðaseðlum frá Atlantic Airways í. Finnur tú ein ryggsekk vinnur tú ein ferðaseðil. Fyrstu ábendingina fært tú á deildini hjá okkum, síðani fært tú næstu ábendingarnar umvegis SMS boð.
Øll, sum melda seg til og luttaka í veðuni fáa eitt gávukort til Fiskastykkið í Sandavági. Umframt hetta burturluta vit tveir ferðaseðlar frá Atlantic Airways - umframt teir tríggjar, sum eru í ryggsekkunum.
Vit bjóða pitsa og sodavatn eftir veiðuna.
Tak vinir, systkin ella floksfelagar í hondina, og kom við til eina stuttliga veiðu!
- mikudagin 20. august
- klokkan 18
- á deildini hjá Betri Banka í Miðvági.
Gev gætur, at tú skalt vera 16 ár fyri at vera við.