Í Suðuroynni í niðaragongdini frá Grindini oman í Hvannhaga stendur ein serstøk trappa. Hon er tann fyrsta av sínum slag í Føroyum. Sherpa-trappa eitur slagið.

Sherpa-trappur eru eitt vælkent fyribrygdi í Noregi, har Sherpa-fólk úr Himalaia-fjøllunum gjøgnum 20 ár hava bygt meiri enn 200 trappur og náttúrugøtur í brattlendi. Hesin háttur at gera trappur hugtók Tvøroyrar Kommunu. So nógv, at tey í fjør avgjørdu at lata slíka trappu byggja.

- Vit settu okkum í samband við Geirr Vetti, fjallabónda og snikkarameistara í Norra.

Hann er partur av norsku fyritøkuni Stibyggjaren AS, sum hevur nógvar royndir við at byggja Sherpa-trappur. Uttan at ivast játta hann at koma, greiðir Lasse Jensen, málsviðgeri í Tvøroyrar Kommunu, frá.

Tvøroyrar Kommunu avger av trappan skal vera í Hvannhaga. Orsøkin er, at júst Hvannhagi er væl vitjaður ferðastaður fyri bæði føroyingar og útlendingar. Hagin liggur avbyrgdur og kann bert røkkast til gongu. Umframt tað, er Hvannhagi kransaður av steyrrættum fjallalíðum, og tískil slepst bert oman í tveimum støðum. Niðaragongdin frá Grindini er lættasta atgongd, men júst tann gongdin hevur verið í ringum standi, orsakað av sliti frá vitjandi.