Parasport

Parasport

Betri Stuðulsgrunnurin er fegin um at kunna vera við at stuðla paraítrottinum í Føroyum, sum við stuðli frá Betri skipar fyri ymiskum tiltøkum, sum seta sjóneykuna á ítrott fyri fólk við niðursettum virkisføri, avvarðandi teirra og øðrum áhugaðum. Parasport Føroyar hevur til endamáls:

  • At menna og fremja rørslu-, uppvenjingar- og kappingarítrótt, ið viðvíkur støðuni hjá tí ið ber brek.
  • At arbeiða við at seta á stovn feløg fyri fólk ið bera brek kring alt landið.
  • At arbeiða fyri, at allur ítróttur innan Parasport Føroyar verður íðkaður undir kønari leiðslu og undir góðum umstøðum.
  • At skipa fyri venjara- og leiðaraútbúgvingarskeiðum.
  • At bera út kunnleika um ítrótt og heilsumál við seturskúlum, fyrilestrum og øðrum.
  • At skipa fyri kappingum, ítróttastevnum v.m.
  • At arbeiða fyri samstarvi millum Parasport Føroyar og skúlaítróttin.
  • At arbeiða fyri samstarvi við hini norðurlondini og altjóða felagsskapir fyri fólki ið bera brek.
  • At vera ráðgevi, tá ið ítróttaøki, svimjihyljar, skúlar og annað skulu byggjast, so at hugsað verður um tey ið bera brek.