Betri Bati - hjálp til langtíðarskadd
Betri Bati er ein nýggj ókeypis tænasta til arbeiðsskaðatryggingina frá Betri Trygging. Við Betri Bata veita vit skjóta og góða hjálp, um starvsfólk fær arbeiðsskaða, ið krevur sjúkramelding í longri tíð.
Allur bati bøtir, siga vit, men vit vita eisini, at skjótur bati bøtir betur. Sama um arbeiðsskaðin ávirkar kroppin, nervalagið ella elvir til sálarligar trupulleikar.
Men tað kann vera trupult at vita, hvør besta hjálpin er, hvør tørvurin er og hvørji rættindini eru. Við Betri Bata hava vit fólk, ið eru til reiðar at lofta.
Endamálið er at tryggja neyðuga og hóskandi hjálp, bæði tá umræður kanningar, viðgerð og møguliga endurbúgving fyri at sleppa skjótt og trygt aftur til arbeiðis.
Tað er betri fyri tey avvarðandi. Tað er betri fyri arbeiðsgevaran - og eisini fyri samfelagið.
Tí bjóða vit nú Betri Bata.
Betri Bati bjóðar
- At rinda fyri ávísta serlæknahjálp og kanningar
- Viðgerð og uppvenjing
- Persónligan sosialráðgeva
- Persónligan toghaldara hjá Betri Trygging
- At framtíð og ynski hjá skadda verða tikin í álvara
- Hjálp til viðkomandi endurbúgving, um neyðugt
Hava tit viðmerkingar ella spurningar, eru tit vælkomin at ringja til okkara á tel. 348 600 ella skriva á trygging@betri.fo.